Christian Lamhauge Holst var við frá byrjan, tá Lyngby spældi ímóti sterka OB-liðnum í Odense. OB hevur vunnið nógvar dystir í ár, men tað var eitt stórt vónbrot fyri teir, at teir ikki megnaðu at koppa botnliðnum Lyngby. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Tem Hansen kom á vøllin í seinna hálvleiki, tá OB spældi við 10 monnum, tí ein teirra var útvístur beint fyri steðgin.