Harriet Poulsen Vágadal og Alexandra (Alex) Palmquist Poulsen hava framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í døgunum 4. - 8. februar, hvønn dagin frá 14:00 - 19:00. Fernisering verður fríggjadagin 4. februar klokkan 14, har Alex fer at spæla violin. Framsýningin hevur heitið: »Á ferð«.
Harriet var á 3-ára listaskúla í Ísrael, á Tel Hai Academy, har hon serliga legði seg eftir at mála og tekna. Harriet hevur havt sjálvstøðugar framsýningar, verið við í felagsframsýningum, á Ólavsøkuframsýning, á Várframsýning og øðrum. Harriet starvast sum lærari, og er tað tí mest í ferium, at hon tekst við list. Um summarið verður av og á farið á skeið í list á háskúla. Á Ólavsøku fyri hálvum øðrum ári síðan læt Harriet upp sítt egna gallarí, »Gallarí/studio«.
Alex er næmingur í NámX. Hon er virkin og gongur til violin, klaver og japanskt. Alex hevur yrkingar, søgur, myndir og filmar á netinum og hevur sínar subscribers, ið geva henni feedback. Alex »cosplayar« saman við vinum, og hevur hon fyri stuttum verið á eini ráðstevnu fyri cosplayarar í Keypmannahavn.
Hetta er aðru ferð, at Harriet og Alex sýna fram saman. Fyrstu ferð var fyri sjey árum síðani, tá ið Alex var 8-ára gomul.