Møðist av treisku sambandsbasilluni

- Eg ræðist ikki at siga farvæl til blokkin, tí vit eru longu farið loðandi á heysin fleiri ferðir við fullum blokki. Men eg møðist meir og meir av treisku sambandsbasilluni, segði Bergtóra Høgnadóttir á flokstingi. Løgtingskvinnan segði seg á flokstingi í Haraldssundi í gjár vera erna av at umboða Tjóðveldi.

- Eg gleðist dagliga um at kunna leggja tað í míni børn, at rættast er, at føroyingar ráða í Føroyum, og eg havi fult álit á, at vit sjálvi vita best, hvussu samfelag okkara skal rekast.

Bergtóra Høgnadóttir segði seg vera púra samda við Jonhardi Mikkelsen, tá hann í sjónvarpssending herfyri segði, at vællisin fólk so ofta gremja seg um ymiskt, sum eigur at verða gjørt í Føroyum.

- Hann segði, at tey vællisnu mugu gera sær greitt, at eingin er, sum kemur og ger hetta arbeiði fyri okkum. Vit mugu gera tað sjálvi.

Hon helt, at Jonhard Mikkelsen sjálvur er ímyndin av at tora at bretta upp um ermar og fær sjálvur ein hóp frá hondini.

- Eg haldi, at hann hevur rætt, legði Bergtóra Høgnadóttir aftrat.

Hon helt, at tað júst eru tjóðveldisfólk, sum evna at gera nakað sum ger mun.

- Vit tora at taka ábyrgd, og vit vita, at fullveldi fáa vit bert, um vit tora at kýta okkum og trúgva upp á egna megi.

Bergtóra vísti á, at tey, sum standa aftanfyri Tjóðveldi, framvegis stríðast.

Hon helt tað vera løgið og óunniligt, at eitt nú sambandsfólkini, Helgi Abrahamsen og Edva Jacobsen, borðreiða við sínum kraddaralyndi um blokkstuðul at kalla hvønn dag.

Bergtóra legði aftrat, at hon als ikki ræðist at siga farvæl til blokkin, tí Føroyar eru longu farnar loðandi á heysin fleiri ferðir - við fullum blokki.

- Eg møðist meir og meir av treisku sambandsbasilluni, segði Bergtóra Høgnadóttir, løgtingskvinna, á flokstingi í Haraldssundi í gjár.