Málið er persónligt met

27. september fara tær svimjararnir Heidi Andreasen og Esther G. Hansen til Australia fyri at luttaka í Paraolympisku leikununum í Sydney

Tær hava vant miðvíst tey seinastu fýra árini fyri at vera til reiðar til hesa kappingina, sum er tann størsta í heiminum.

Nýggju ferðir um vikuna hava tær vant í summarfrítíðini í ár og í fjør, meðan tær hava vant heldur minni, síðan skúlin byrjaði. Tær eru tí í góðari venjing undan kappingini, men tær vilja einki siga, um talan verður um at koma heimaftur við heiðursmerkjum.

- Fyri ikki at leggja nakað óneyðugt trýst á genturnar hava vit gjørt av ikki at siga nakað alment um, hvat vit vænta okkum, sigur Katrin Johansen, sum er venjari hjá gentunum.

Sjálvar miða Heidi og Esther eftir at seta persónligt met á teimum ymsu teinunum, tí so ber ikki til at gera tað nógv betur. So má bera ella bresta.

Fyri einum ári síðani gjørdist greitt, at tær høvdu klárað kravtíðirnar og tí kundu fara undir fyrireikingarnar til leikirnar. Tað skilst á øllum brøgdum, at tær eisini hava tikið hesa uppgávu í størsta álvara.


Hørð kapping

Katrin Johansen, sum hevur royndir í slíkum kappingum, sigur, at kappingin harðnar í hvørjum, og heimsmet verða sett, hvørja ferð kappingar eru.

Tað krevur tí ómetaliga nógv, um svimjararnir skulu gera seg galdandi á paraolympisku leikunum. Tað tykist sum kappingin harðnar í hvørjum, tí meira verður gjørt við venjingina.

Katrin Johansen kennir eisini nógv til slíkar kappingar, tí hon hevur verið við í tveimum olympiadum. Hon var í USA í 1984 og í Suður Korea í 1988.

Í Soeul í 1988 gjørdist besta hálið hjá føroyingum higartil í paraolympisku leikunum. Katrin Johansen, Kristina Næs, Tóra við Keldu og Jóhan Samuelsen vóru tá í ferðalagnum og fleiri heiðursmerki vórðu tá í viðførinum. Eisini okkurt av gulli.

Katrin er tí væl egnað at venja tær báðar genturnar, sum eisini hava Katrin sum fyrimynd og sammeta seg við Katrin, tá hon var á teirra aldri.

Katrin skal eisini vera lærari hjá teimum í tær fimm vikurnar, tær eru burtur úr Føroyum.


Væl fyrireikaðar

15 ára gamla Esther G. Hansen er úr Havn, og 14 ára gamla Heidi Andreassen er av Eiði, og hon hevur tí verið noydd at ferðast til Havnar at venja. Esther hevur ein lammaðan arm, meðan Heidi hevur klumpføtur.

Tær hava tikið lut í fleiri kappingum uttanlands. Í juni vóru tær í Sheffield í Onglandi og í januar varð leiðin løgd til Hollands. Eisini hava tær verið við í EM í 1999 og Malmø Open.

Tær eru tí vanar við at kappast á høgum støði. Eisini hava tær havt møguleikan at svimja í 50 metra hyljum uttanlands. Tað er ein fyrimunur, at tær hava roynt hyljar, sum eru 50 metrar til longdar, tí tað ber ikki til her heima.

Umframt tað serligu venjingina hjá Katrin, svimja tær báðar í Havnar Svimjifelag, og tær hava eisini vunnið okkurt heiðursmerki í føroyameistaraskapinum.

Tað er eisini neyðugt at vera í góðari venjing, tí tær skulu vera við í seks kappingum hvør.

Esther skal svimja 200 m blandað, 50 m og 400 m frí, 100 m bringu, 100 m firvald og 100 m rygg. Heidi skal svimja 100 m firvald, 100 m rygg, 200 m blandað og 50, 100 og 400 m frí.


100.000 áskoðarar

Setanin verður 18. oktober, og leikirnir enda 30. oktober. Tær føroysku genturnar fara fyrst til Brisbane í nakrar vikur, har tær skulu venja við norðurlendskum svimjarum.

Tá tað føroyska flaggið verður borið inn á leikvøllin við setanina, verða 100.000 fólk, sum sita á áskoðaraplássunum og hyggja.

4000 ítróttarfólk verða við á leikunum, meðan eini 3000 hjálparar, venjarar, læknar og onnur eisini verða til staðar.

Genturnar velja at taka hetta sum eina stóra uppliving, og á tíðindafundinum fingu tær tey ráð frá Jóhan Samuelsen úr ÍSB, at tær skulu hugsa sær, at tær enn eru í Gundadali og gloyma alt stásið og teir túsund áskoðararnar á sitiplássunum. Tær hava einki at tapa, tí hetta er fystur ferð, tær eru við, og tí liggur als einki trýst á teimum.