Málið er slept

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag er liðugur við málið um TV2. Hann sigur seg hava nátt tí, hann vildi. Nevniliga at TV2 rættaði tíðindini um inntøkuna hjá føroysku fiskimonnunum

TV2 hevur tikið tíðindini um, at føroyskir fiskimenn við donskum blokkstuðuli, frádráttum og skattalætta hava dupult so stóra inntøku sum danski fiskimenn aftur.
Í tíðindasending leygarkvøldið varð soljóðandi rætting lisin:
»RETTELSE:
I et indslag mandag 19. juli sagde vi, at fiskere på Færøerne tjener cirka dobbelt så meget som deres kolleger i Danmark - på grund af store skattefradrag, finansieret af bloktilskud fra Danmark. Den beskrivelse holder ikke. Der er nemlig meget store udsving i fiskernes indtjening, både her og på Færøerne - hvorfor man ikke kan sammenligne deres løn og skat, som vi gjorde. Det var, så at sige, en torskedum fejl - og vi beklager. «
?Við hesum er hetta málið burturlagt, sigur Óli Jacobsen, formaður i Føroya Fiskimannafelag, sum alt fyri eitt, TV2 fyrstu ferð bar hesi tíðindi um inntøkurnar, fór í hernað móti hesum upplýsingunum.
TV2 hevur annars hildið fast um, at innslagið bygdi á upplýsingar, tey hvødu fingið úr Føroyum. Millum annað frá Føroya Fiskimannafelag. Men tí vildi Óli Jacobsen ikki trúgva.
?Í hvussu er hevur eingin á hasi støðini tosa við meg, og tað átti at verið rættiliga upplagt, sigur hann við Sosialin. Einasta føroyska kelda, sum nevnd varð í innslagnum, var formaðurin í Búskaparráðnum, vísir Óli Jacobsen á.
Tað tók drúgva tíð at fáa TV2 at avsanna tíðindini. Ikki fyrr enn Óli Jacobsen hevði kært støðina til danska pressuráðið, kom ein rætting í tíðindunum hjá TV2.
Óli Jacobsen hevur, nú TV2 hevur rættað tíðindini, tikið kæruna til presuráðið aftur.
Sum beinleiðis avleiðing av tíðindunum í TV2, segði formaðurin í fíggjarnevndini hjá Fólkatinginum, Kristian Thulesen Dahl úr Danska Fólkaflokkinum, soleiðis:
»Det forarger mig selvfølgelig, at når man sammenligner færøske fiskeres forhold med danske fiskeres forhold, så er der en disfavør til ugunst for danskerne, samtidigt med, at den danske stat leverer et større millionbeløb til Færøerne i støtte.«
Grundarlagið undir hansara forargilsi er burtur, sigur Óli Jacobsen. Tað sama er grundarlagið undir hóttanini um at samantvinna inntøkurnar við blokkstuðulin.
Óli Jacobsen metir tað ógvulig óheppið, at ein so týðandi politikari, sum danski fíggjarnevndarformaðurin skal fara í hernað móti føroyskum fiskimonnum við grundarlagi í einum tíðindainnslagi, sum var beinleiðis ósatt.
Og keldan til hetta ósanna innslagið er føroysk, sigur Óli jacobsen. Tað er formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson, sum er atvoldin til hesi skeivu tíðidnini, sum íkomin eru. Hann er einasti føroyingur, sum endurgivin er í hesum málinum, og er sostatt atvoldin til, at málið er komið soleiðis fyri, sigur Óli Jacobsen,formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerkingar frá TV2, áðrenn blaðið fór til prentingar.