Partapeningur
Javnaðarflokkurin hevur biðið um at fáa fíggjarnevndarviðgerðina av tingmálinum um at seta partapening í Smyril Line útsetta. Grundgevingin er, at nýggir upplýsingar fyriliggja í málinum, skilst á keldum, Sosialurin hevur tosað við.
Sosialurin hevur frætt, at í skjølum, Fíggjarnevndin hevur fingið frá Smyril Line, verður sagt, at roknað verður við eini øking í farmaflutninginum í ár upp á 70 prosent í mun til í fjør. Og tá nýggja Norrøna er komin, roknar Smyril Line við eini tvífaldan av farmaflutninginum beinanveg umframt upp aftur størri øking í komandi árum.
Fíggjarnevndarlimir vilja ikki siga nakað um málið. Men Sosialurin skilir, at nýggja støðan, sum er íkomin hevur gjørt onkran teirra enn meira ivasaman, og at møguleikin hjá Javnaðarflokkinum at fáa uppskotið samtykt, er minkandi.
Sum skilst eru vónirnar hjá Javnaðarflokkinum ikki stórar at fáa meiriluta í Fíggjarnevndini fyri málinum, og sostatt kann væntast, at uppskotið í ringasta føri verður tikið aftur.
Men sum er, er viðgerðin bara útsett, til fíggjarnevndarlimir hava sett seg inn i nýggju upplýsingarnar, sum Fíggjarnevndin hevur fingið.
Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, sigur í stuttari viðmerking, at hann hevur ikki so nógv meira at viðmerkja.
Hann váttar, at verður støðan tann, at Løgtingi ikki fer at seta partapening í Smyril Line, er tað sjálvandi ein keðilig støða fyri felagið.
Framtaksgrunnurin hevur verið nevndur sum ein innskjótari, nú nýggjur partapeningur skal teknast. Og okkurt er, sum hevur bent á, at grunnurin fór at seta partapening í Smyril Line, um annars aðrar treytir vórðu uppfyltar.
Jend Kári Vilhelm, stjóri í Framtaksgrunninum, sigur, at tað tykist, sum fólk hava fingið ta fatan, at Framtaksgrunnurin sum eina sjálvfylgju setir partapening í Smyril Line. Men so er ikki, sigur hann, uttan tó at siga, at grunnurin ikki fer at seta pening í. Tí tað er als ikki endaliga avgjørt enn.