Málini rapaðu inn

Fótbóltur: Eftir ein málleysan fyrra hálvleik kom ferð á botndystin millum ÍF og B71. Seks mál komu í seinna hálvleiki

1. deild menn:

ÍF-B71 3-3 (0-0)


Tað kom ferð á botnuppgerðina í Fuglafirði í seinna hálvleiki. Eftir ein málleysan fyrra hálvleik við fáum atsøknum at málið, komu heili seks mál seinna umfarið.

Vertinir ætlaðu sær ein sigur, og tað sá út til, at tað fór at eydnast teimum, tá Abraham Hansen skoraði til 3-2 einar átta minuttir fyri tíð, men stutt fyri leiklok eydnaðist tað B71 at javna og harvið fáa eitt stig burtur úr dystinum. Harafturat hevði tað týdning fyri B71, at ÍF ikki fekk øll stigini, tí so hevði B71 dottið niður um niðurflytingarstrikuna.

Tað kendist sum dyggur smeitur hjá fuglfirðingum, at teir ikki kláraðu at halda leiðsluna, sum føroyameistarin í 1979 hevði givið teimum stutt undan leikloki. ÍF er tó framvegis trý stig frammanfyri Sumba, sum er aftast í deildini, og tað er munur á at verða aftast og næstaftast. Næstaftasta liðið fær ein kjans afturat eftir lokna kapping.


B71 spældi varisliga

Sandingar løgdu varðliga fyri, tá teir komu á vøllin í Fløtugerði. Teir høvdu nógv fólk aftanfyri bóltin, og lúrdu so allatíðina eftir kontramøguleikum. Nógva av spælinum var latið heimaliðnum at hava, og hóast ÍF hevði bóltin nógv fyrru trý korterini, komu teir ikki ígjøgnum tøttu B71-verjuna.

Sandingar vóru væl skipaðir í verjupartinum í fyrra hálvleiki, og tá heimaliðið ikki kláraði at samanspæla nóg skjótt og neyvt á B71-hálvuni var langt ímillum nasku royndirnar.

Rúni Petersen, sum aftur hesaferð mannaði ÍF-álopi saman við Bárður á Lakjuni, hevði ein stútara úr góðari støðu, men bólturin fór framvið.

B71 hevði fleiri ferðir royndir á ÍF-málið, tá teir fóru í skjót mótálop, har teir báðir fremstu menninir, Rúni í Soylu og Eli Hentze, høvdu týðandi leiklutir, men antin tók Rúni Joensen í málinum sær av royndunum, ella fór bólturin fram við málinum hjá honum.

ÍF hevði sett Viggo Johannesen at mansverja Julian Florescu, og tað riggaði rímuliga væl. Men miðvøllurin hjá ÍF leið eitt sindur undir, at Viggo av tí sama ongantíð rættiliga kom við í samanspæli, og í hálvleikinum valdi ÍF-venjarin at broyta taktikk. Hann tók Viggo út og setti Robert Cieslewicz inn. Tað vísti seg at seta meira ferð á ÍF-liðið.


Málini rapaðu inn

B71 legði seg fram um tíðliga í seinna hálvleiki, tá Eli Hentze skoraði. Rúni í Soylu kom ígjøgnum, fekk prika bóltin til Eli, júst sum ÍF-verjan var um at fáa fatur á bóltinum, og tá Eli so gjørdist leysur var hann tryggur og skoraði.

ÍF javnaði lítla løtu seini, tá Bárður á Lakjuni annan dystin á rað skoraði. Hann royndi seg við skoti uttanfyri brotsteigin, og hóast skotið ikki hevði tað dygd, sum vanliga skal til fyri at fara fram við Valdemar Nowisci, endaði bólturin í málinum. Nowisci átti sín part av skuldi fyri hesum, tí hann mist bóltin, tá hann tveitti seg, og umvegis stólpan endaði bólturin í málinum.

B71 fór aftur fram um, tá teir fingu fatur á bóltinum á miðvøllinum. Julian Florescu varð spældur leysur í vinstru, og við einum góðum, fløtum skoti sendi hann bóltin í handara síðunet.

ÍF kom aftur á javnt, tá teir fingu brotsspark. Robert Cieslewicz fekk ein bólt inn í brotsteiginum, vendi sær, og ætlaði sær avstað, men tá varð hann feldur. Aftasti maðurin hjá ÍF, Áslakur Petersen, sendi bóltin trygt í málið av brotssparkblettinum.


Abraham skoraði

Veteranurin á ÍF-miðvøllinum, Abraham Hansen, spældi ein frálíkan dyst, hann stíddist væl allatíðina, og móti endanum av dystinum skoraði ein sera gott mál. Hann vann sjálvur bóltin á miðvøllinum hjá B71, dróg fram móti málinum, og hóast hann kundi havt komið nærri málinum, tók hann kjansin úr eini 25 metrum ? við vinstra beini. Bólturin streyk upp í samankomingina, brast í stongina og inn í málið.

Tá var frøðin ovurhondsstór á fuglfirðingum, bæði á og kring vøllin. Men gleðin var stokkut.

Fáar minuttir fyri leiklok fekk útiliðið brotsspark. Julian Florescu dróg móti baklinjuni, spældi fram við aftasta manninum hjá ÍF, sum kom ov seint við sínum beini. B71?arin fór um koll so fingu teir brotsspark.

Eli Henzte royndi seg, men Rúni Joensen í ÍF-málinum bjargaði, Eli var fyrstur á bóltinum og sendi í málið til 3-3.

Tá var so lítið av tíð eftir, at ÍF fekk ikki møguleikan at trýsta. B71 fór við einum stigi, og tað hevði týdning, at teir ikki taptu. Nú eru teir framvegis frammanfyri ÍF, sum í seinastu trimum dystunum skulu royna at fáa stig móti HB, GÍ og KÍ.


ÍF: Rúni Joensen ? Eyðolvur Petersen, Tomek Przybylski, Áslakur Petersen, Tórstein Joensen, Roy Róin ? Abraham Hansen, Viggo Johannesen, Rógvi Róin ? Rúni Petersen, Bárður á Lakjuni

B71: Valdemar Nowisci ? Kristian Nielsen, Bjørn Thorsteinsson, Ib Mohr Olsen, Jógvan Jón Petersen, Antines Magnussen ? Kári Sørensen, Julian Florescu, Peter Ritter ? Eli Hentze, Rúni í Soylu