Málleyst Manchester United

Champions League: Paul Pogba í andglettinum

Tvær tær seinastu av fyrru 1/16 finalunum í Champions League hava verið í kvøld. Manchester United spældi málleysan javnleik í Sevilla, meðan ukreinska Shakhtar Donetsk vann 2-1 á AS Roma.

 

Stóru tíðindini úr Sevilla var, at Paul Pogba ikki byrjaði inni. Í hansara stað spældi 21 ára gamli Scott McTominay . Paul Pogba kom á vøllin stutt inn í fyrra hálvleik, tá Ander Herrera fór út við skaða.

 

Sevilla hevði størstu møguleikarnar í einum annars tøttum dysti. Serliga kolumbiski framherjin, Luis Muriel, hevði ein framúr møguleika, tá hann stutt undir málinum stútaði eitt innlegg, men David De Gea stórbjargaði.

 

Móti endanum av dystinum var ein umtalað støða, har fleiri viðmerkjarar vilja vera við, at Paul Pogba gjørdi brotsspark. Dómarin segði nei og stutt seinni bríkslaði hann fyri seinastu ferð.

 

Shakhtar Donetsk vann eitt sindur óvæntað 2-1 á italska AS Roma, sum annars kom á odda við máli frá Cengiz Under. Síðani javnaði Facundo Ferreyra, áðrenn Fred skoraði vinnandi málið fyri ukreinska heimaliðið.

 

Champions League 1/16 finalur:

Sevilla - Manchester United 0-0

Shakhtar Donetsk – AS Roma 2-1