Málmanskabalin gekk upp

Tá Meinhardt Joensen skifti úr NSÍ til B36, var hann beinleiðis orsøkin til eina øgiliga málmansrokadu, har fimm feløg søgdu farvæl við ein og bóðu øðrum málverja vælkomnan

Jákup Mikkelsen skiftir úr KÍ til ÍF, Andras Gango skiftir úr ÍF til NSÍ, Meinhardt Joensen skiftir NSÍ til B36, Tróndur Vatnhamar skiftir úr B36 til NSÍ og Gunnar á Steig skiftir úr EB/Streymi til KÍ.
»Den enes død, den andens brød,« plaga danir at taka til viðhvørt. Hetta tykist vera støðan í føroyskum fótbólti í løtuni, har fimm málverjar hava skift felag.
Rokadan byrjaði við, at Meinhardt Joensen og B36 skrivaðu undir sáttmála. Hjá B36 var neyðugt við nýggjum málverja, tí Jóan Pauli Dahl Jakobsen hevði boðað felagnum frá, at hann fer niður til Danmarkar at lesa eftir summarfrítíðina.
Tað kom dátt við hjá NSÍ, at Meinhardt Joensen rýmdi til B36, tí nú stóðu teir og manglaðu ein málverja. Teir kundu ikki senda boð eftir Tórði Thomsen, sum er uppvaksin hjá NSÍ, tí seint í fjør boðaði hann frá, at hann helt fram á Argjum.
Tað gekk tó ikki long tíð, so sá NSÍ ein møguleika. Andras Gango boðaði ÍF frá, at hann ynskti at gevast í Fuglafirði fyri at royna okkurt annað, og nakrar fáar dagar seinni sást venja við Vodafonehópinum við Løkin í Runavík.
Tíðliga í vikuni váttaði formaðurin í NSÍ, Andrias Lamhauge, at felagið helst fór at gera sáttmála við málverjan úr Ungarn, og tann avtalan kom endaliga upp á pláss í gjárkvøldið.

Kabalin gekk upp
Men tá Gango beyð ÍF farvæl, var eitt tómrúm millum stengurnar í Fuglafirði, sum skuldi fyllast. Fuglfirðingar handlaðu tó skjótt og hósmorgunin kom fram, at ÍF hevði knýtt ársins málverja í fjør, Jákup Mikkelsen, at hópinum.
Tað er sjálvsagt dyggur smeitur hjá KÍ, at fyrrverandi landsliðsmálverjin nú roynir aðrar leiðir. Tí kom tað væl við, at Gunnar á Steig í vetur hevði gjørt av at venda aftur til barndómsfelagið.
Seinnu árini hevur Gunnar á Steig verið knýttur at EB/Streymi, har hann hevur verið eykamálverji fyri René Tórgarð og annars vart málið hjá 1. deildarliði felagsins. Harvið heldur Gunnar á Steig fram í 1. deild, men EB/Streymur er skift út við KÍ.
At Gunnar á Steig takkaði fyri seg eftir trúgva tænastu í Sundalagnum merkti, at EB/Streymur nú stóð og manglaði eitt alternativ til René Tórgarð í málinum. Hetta funnu teir í B36, tá Tróndur Vatnhamar í vikuni setti sína undirskrift á pappírið hjá EB/Streymi.
Soleiðis gekk tann heilt stóra málmanskabalin upp í eina hægri eind. Ein kabal og ein rokada, sum flest allir partar kunnu vera meira ella minni væl nøgdir við.