Málini í níggjunda landskappingarumfari í næstbestu mansdeildini skolaðu inn og vóru ikki færri enn 22 í tali. Ein dystur endaði 7-0, ein 3-3 og tveir 3-1 og bara ein 1-0. Dystirnir, ið strektu seg frá hóskvøldinum til í gjár, vóru við øðrum orðum avgjørt ikki keðiligir.
Serliga gjørdi FC Suðuroy bart, tá 07 Vestur vitjaði á Vágseiði í gjár, tí heimaliðið vann ein greiðan 7-0 sigur, ið væl og virðiliga staðfesti oddasessin, AB annars hevði havt til láns síðani hóskvøldið. Í Vági var einki at rafla um og fyrri hálvleikur var ikki meira enn hálvrunnin, tá tað longu var 5-0.
Úrslitið bendir á eitt sera væl upplagt suðuroyarlið, ið eftir øllum at døma ætlar sær uppaftur millum 10 tey bestu sum skjótast, meðan kósin hjá vágamonnum er beint tann øvugta. Higartil hevur tann næstbesta manningin hjá 07 Vestur ikki fingið so mikið sum eittans stigið.
AB og TB fylgja við
Tey, ið geva FC Suðuroy harðastu kappingina um uppflyting, eru AB og TB. Argjamenn spældu longu hóskvøldið, tá teir á heimavølli í framskundaðum dysti tóku ímóti grannunum í FC Hoyvík. Í gomlum døgum høvdu liðini bæði verið heimahoyrandi í tí, sum tá kallaðist Tórshavnar uttanbíggja kommuna.
Men hóast gestirnir úr Hoyvík fingu betru byrjanina og fóru framum, megnaðu teir ikki at halda stand, men máttu leggja rygg til eitt 3-1 tap, ið gav AB oddasessin til láns í nakrar dagar. Framvegis er AB á uppflytingarplássi, meðan FC Hoyvík í besta føri sær út til at líkjast einum miðjuliði í ár.
Eisini tvøramenn liggja væl fyri, og tá teir leygardagin vóru á útivølli og spældu ímóti EB/Streymi, skundaðu teir sær at leggja seg á odda við tveimum málum í fyrra hálvleiki, og sjálvt um teir í seinna hálvleiki brendu eitt brotsspark, sum varð skotið uppum, rukku teir á mál og vunnu 3-1.
Kortini gjørdist sigurin ikki so lættvunnin, sum turru tølini siga, tí teir næstbestu í Sundalagnum royndu av øllum alvi at herja á, so Ivan Stojkovic í TB-málinum fleiri ferðir mátti vísa góðar bjargingar. Tí er TB á triðfremsta plássinum bara eitt stig aftan fyri AB.
Skála togar seg upp
Skála hevur havt eina spakuliga byrjan, men so smátt eru úrslitini farin at líkjast. Og tá skálamenn vóru á eystara armi á Skálafjørðin og vitjaðu grannarnar í NSÍ, eydnaðist at fáa fulla úrtøku burturúr, so Skála nú er á fimta plássi, tvey stig aftan fyri NSÍ, sum annars hevur ligið og argað fremstu liðini í longri tíð.
Bara eittans málið kom í dystinum, og tað fekk Skála stutt undan hálvleikssteðginum. Hóast NSÍ royndi at trýsta í seinna hálvleiki, knípti við ítøkiligum málmøguleikum, og tí vann Skála dystin.
Dysturin leygardagin í Gundadali, sum taldi ikki færri enn seks mál, sá leingi út til at gerast ein knúsandi sigur til gestirnar úr Víkingi, men vertirnir í HB vildu tað øðrvísi, so tað endaði 3-3. Víkingur var á odda 2-0 í hálvleikinum og økti til 3-0 eitt korter inn í seinna hálvleik, men allíkavæl megnaði HB at koma sterkt aftur og skorað trý mál.