Hondbóltur
Enn eru vestmenningar ikki heilt lidnir. Tað hevur annars tókst soleiðis stóran part av árinum, at mansliðið hjá VÍF hevur verið meira ella minni útbrent, men seinasta vikan kundi tó bent á, at tað enn er nakað eftir í leikarunum.
Eftir sigurin á Neistanum seinsta vikuskiftið, var tað hesaferð KÍF, sum kom á vitjan, og tó at talan var um eina á pappírinum lættari uppgerð, so var talan um lokaluppgerð.
Ferð komin á
Og KÍF sparir seg vanliga ikki móti VÍF. Tað gjørdu teir kanska heldur ikki hesaferð, men tað munaði bara lítið, tí longu tíðliga í dystinum skar VÍF út í papp, at her kundi bert gerast talan um ein vinnara.
Serliga riggaði verjan hjá vestmenningum betri, enn hon hevur gjørt tað stóran part av árinum, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki sópaðu teir allan iva til viks. Ta einu løtuna skeyt VÍF 11 mál, samstundis sum KÍF bert fekk tað eina, og hesa leiðsluna lótu vestmenningarnir ongantíð koma í vanda.
Og eftir steðgin var gongdin at kalla tann sama. VÍF útbygdi alla tíðina leiðsluna, og at sigurin skuldi gerast so tryggur sum fimtan mál, eigur í øllum førum at geva liðnum nakað av sjálvsálitið aftur. Hetta er í øllum førum tað mesta, sum VÍF hevur skorað í ár, og tað er so eisini í tøkum tíma, at tær stóru kanónirnar verða funnar fram.
Fimm umfør eru eftir at leika, og VÍF kann ikki longur sjálvt gera av, hvussu ovarliga endastøðan verður.
Men teir hava framvegis bert fýra stig upp til oddin, so megna teir at vinna sítt, so skal bara ein einstakur kiksari til frá Kyndli, áðrenn talan kann gerast um fullkomna javnstøðu í oddinum.
Men tað krevur sum sagt sigrar. Fimm av slagnum.
Dysturin í tølum
VÍF-KÍF 43-28 (21-14)
Málskjúttar
VÍF: Ingi Olsen 10, John Zachariassen 9, Sámal Joensen 6, Harald Bjørgvin 4, Agnar Joensen 3(1), Petur Frank Joensen 2, Daniel Rápa 2, Áki G. Olsen 2, Karl Johan Djurhuus 2(1), Dajan Lacok 1, Fríðbjørn Seloy 1, Jákup S. Andreasen
KÍF: Regin Petersen 10, Damir Oros 7(3), Gert Hansen 4(1), Teitur Joensen 3, Mirko Milinkovic 1, Petur Martin Poulsen 1, Hallur Hansen 1, Kristjan Madsen 1
Brotskøst: VÍF 3, KÍF 6
Útvísingar: VÍF 6, KÍF 4
Diskvalifikatiónir: VÍF 1(3X2 minuttir), KÍF 2 (Beinleiðis reytt í báðum førum)
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen.