Tann fyrsti, sum setti meg í samband við henda grunn, var Hjalmar Petersen, sum var nevndarlimur í Orðagrunninum um tað mundið. Hann vísti á, at Orðabókagrunnurin var áhugaður í at geva tað týsk-føroyska orðabókahandrit út.
Fyrsti fundur millum meg og Orðabókagrunnin var fyrst í januar 2007, har báðir partar greiddu frá ymiskum viðurskiftum, sum lýstu støðuna hjá hvør øðrum. Tað gjørdist skjótt greitt, at Kári á Rógvu var nýggjur á fremmandamálsøkinum. Hann greiddi m.a. frá, at grunnurin skuldi vera so illa fyri fíggjarliga, at tað var ikki gjørligt, at grunnurin kundi geva alt handritið út (uml. 120.000 leitorð), so ein skúlaútgáva (60.000 leitorð) var umrødd og góðtikin av mær, men sáttmálin, sum var ætlaður, at eg skuldi ganga undir, var eitt gamalt útkast av einum ph.d-sáttmála frá 2005, sum skuldi verða grundarlagið undir sáttmálanum fyri orðabókaverkætlanini. Hetta kundi eg undir ongum umstøðum góðtaka. So varð farið undir at snikka nýggj uppskot til sáttmála, har Jógvan Elias Winther Poulsen var sakførari fyri Orðabókagrunnin. Eg skilti ongantíð, hví henda sakførarastova var við, tí Kári á Rógvi er jú sjálvur løgfrøðingur, og hann hevur sum tílíkur 2007 tugt og tanlað 8 uppskot til, sum hvørt hevur verið jánkasligari enn tað undanfarna. Dømi: ph.d sáttmálin skjeyt upp, at eg skuldi skriva skúlaversjónina sum magistari á 1. stigi við viðbótum og eftirløn, so at samlaða mánaðarlønin gjørdist 28.032.00kr. Henda upphædd x 36 er so 1.009.175,76 kr. fyri skúlaorðabókina. Eg kundi ikki góðtaka hesa mánaðarløn, tí eg hevði snevilin av, at aðrar orðabøkur frá Mentamálaráðnum (= MMR) høvdu fingið heilt aðrar upphæddir fyri líknandi arbeiði. Hesin illgrunin skuldi vísa seg seinni at vera sannur. Hetta verður viðgjørt í seinni grein. Síðan koma sáttmálauppskotini bóltandi høvd í høvd við smærri broytingum, tó soleiðis, sum Kári á Rógvi alla tíðina visti, at tey fóru ongantíð at verða góðtikin av mær. Míni argument vóru t.d. 1) ph.d-sáttmálauppskotið, 2) Kári á Rógvi krógvaði seg aftan fyri Mentamálaráðið, sum jú hevur stuðlað øðrum orðabókahandritum 100%, men mítt orðabókahandrit kundi so ikki stuðlast undir somu treytum, og sum frá líður 3) sáttmálin, sum skal undirskrivast, hevði allatíðina ein triðja part, Mentamálaráðið, við, sum Kári á Rógvi nýtti at skáka sær undan sáttmálanum við, og eg gjørdi vart við í viðmerkingum til sáttmálauppskotini, at eg ikki kundi góðtaka, at ein triði partur er umrøddur sum avgerandi jokari, og at hann framhaldandi var við í sáttmálauppskotinum, og Kári lætst sera blíður og skrivar í telduposti t. 27. mars 2007 - 09:28: ”Kæru tit. Jú hetta sær bara væl út. Vit skriva MMR burturúr og stramma upp.” Mundi ikki ein og hvør roknað við, at nú var hesin triði partur burtur úr sáttmálanum. Men hvat stendur í nýggja sáttmálauppskotinum undir ”Stuðul til útgávu § 5. Orðabókagrunnurin hevur fingið tilsagdan stuðul frá triðjaparti til útgávuna, og kann siga sáttmálan upp, um hesin stuðul óvæntað ikki kemur grunninum í hendi.” Og soleiðis heldur Kári á Rógvi fram við løgfrøðiligu snildum sínum, tí at MMR og triðipartur er ein og sami løgfrøðiligi persónur, og 4) tað allarringasta nú hava partarnir mist alt álit hvør á annan, tí undir ”Handrit og freist…” stendur nú: ”Um orðabókagrunnurin ger av kortini ikki at geva orðabókina út, skal grunnurin handa høvundanum handritið og alt tilfarið, sum grunnurin hevur móttikið frá høvundanum, aftur.”
Harragud Kári á Rógvi, heldur tú meg vera so bláoygdan, at eg kann ganga undir hesar treytir, tí tú vildi jú hava bókina teldutøka, og tað tekur nøkur fá sekund at kopiera sær nøkur eintøk av telduútgávuni, so látast sum, at alt tilfarið er latið rithøvundanum aftur. Nei, eg veit fullvæl, hvør tín ætlan var. Hevði tú fyrst eitt eintak, so kundi ein av tínum fylgisveinum farið undir sama verk – fyri lítið og lætt, og Orðabókagrunnurin hevði havt megnað eina allneyðuga orðabók, sum hann ikki hevur gjørt tað undir tíni formanstíð. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so var Hjalmar Petersen settur sum eftirlitsfólk av týsk-føroysku orðabókini, men hann góðtók eg, tí honum havi eg einki ímóti. Men allar hinar orðabøkurnar hava tær havt nakað góðskueftirlit, hví skal tann týsk-føroyska orðabókin hava serligar treytir?
Framhald