Í dag hugsa vit ikki nógv um, tá ið rúmdarfør og -menn fara út í rúmdina, ja enntá spáka í leysari luft langt har úti. Í dag er tað einki, sum undrar okkum, tí vísindin hevur prógvað, at hon er farin langt út um tað, sum vit tordu at droyma um bert fyri tríati árum síðani.
Men hvør minnist ikki løtuna frammanfyri radiotólinum, (sjónvarp var ókent í Føroyum tá) náttina til mánadagin tann 21. juli 1969, tá ið klokkan nærkaðist trý (før. tíð)? Mong sótu sum á nálum ? munnu teir fara at klára tað? Og onkur kanska hugsaði, at slíkt fór Gud aldrin at loyva.
Men tá ið klokkan var fýra minuttir í trý hoyrdist á røddini í radionum, at nú var okkurt við at henda ? og rætt var ? menniskjan kláraði tað, hon steig niður á mánan!?!?!? --- og vit hoyrdu Neil Armstrong siga nakað, sum hann síðani hevur verið siteraður fyri óteljandi ferðir: »Hetta er eitt lítið stig fyri ein mann, men eitt stórt stig fyri mannaættina,« og við tað sama varð Stars and Stripes reist í húnar hátt uppi á mánanum, og er tað ikki dottið av mánastormi, so flaggar tað enn.
Hesa náttina skrivaði eg í dagbók mína m.a. »??Tað er undarligt at hugsa sær, at menniskjan nú er komin uppá mánan. Tað verður stuttligt, um nokk so nógv ár, at kunna fortelja teimum ungu tá, at eg hoyrdi og fylgdi við, tá ið menniskjan fyrstu ferð kom upp á mánan???« Nú eru nokk so nógv ár gingin, men eg haldi ikki, at tey ungu í dag halda tað vera stuttligt at hoyra meg ella nakran annan siga frá hesi hending, sum er reinur barnamatur samanborið við dagin í dag.
Vit undraðust øll yvir hetta bragdið hjá vísindini, og vit spurdu: »Hvat verður so tað næsta?« Tað var sum um, at við »tøkuni« av mánanum varð eisini nýtt land tikið í huganum á menniskjanum, at nú er einki »ómøguligt« hjá mannaættini longur. Hetta var av sonnum eitt lítið stig fyri ein mann, men eitt stórt stig fyri mannaættina, og rætt er tað, at menniskjan hevur við hesum bragdi og mongum síðani tá víst, hvussu einastandandi mannaheilin er ? men hvussu stórur er so ikki hann, sum hevur skapt mannaheilan?
Trúboðarin Brynleif Hansen, sáli, gjørdi sær eisini nakrar tankar fyri tríati árum síðani, um fyrstu mánaferðina hjá menniskjum, lítið vitandi um, at bert 14 mánaðir seinni skuldi hann eisini á eina ferð, men longri enn til mánan ? heim í dýrdina til Frelsaran, sum hann elskaði og tænti so trúfast.
Hesar tankar fekk hann meistarliga sett saman í eini yrking, har hann lýsir fyri okkum menniskjans fáfongd hóast øll síni brøgd.
Um Brynleif hevði í huga at fáa lag sett til yrkingina veit eg ikki, men mong ár seinni eru tað onnur, sum fáa slíkan tokka til yrkingina, at tey fáa hug at skriva eitt lag. Bæði Anja Hansen í Søldafirði og M.C.Restorff hava skrivað hvør sítt lag uttan at vita av hvørjum øðrum, og undir Kosovo-innsavningini hjá Sjónvarp Føroya, spældi og sang M.C. fyri fyrstu ferð yrkingina um mánan.
At Brynleif hevði góð evnir at skriva og yrkja, er eingin ivi um, og tað er mær ein gleði at seta yrkingina í bløðini, soleiðis at enn fleiri kunnu fáa gleði av henni, og eisini sum eitt minni um Brynleif, sum náddi hægri hæddir her í lívinum, tí hann vígdi unga lív sítt til Hann, sum bæði skapti mánan, sólina, stjørnurnar og heimin allan.
Poul Jóhan Djurhuus
Glyvrar, 20.07.99.
MÁNIN
Mánin, tú fornaldar likam so fegið,
kveitir til jarðar um heyggjar og skørð.
Friðin, tú átti frá fyrndanna degi,
er ikki at finna um alvíðu jørð.
Tú kvirruna hýsir,
við friði tú lýsir
til jarðar, har foldin er skelkað og ør.
Mánin, tá einglar um rúmdanna fjørð
stigu niður við boðunum: »Friður á jørð«,
tá hugdi tú bilsin at vakrastu sjón,
og hoyrdi teir boða hirðunum vón.
Tú kundi ei fata
Høvdingan mæta,
men lýsti bert fagur á dimmastu lón.
Høvdingi friðarins krossfestur hongur,
mánin í sorgbúna tungliga gongur.
»Fyrigev Faðir«, Friðfúrstin biður,
friðleysir skapningar rópa:»Kom niður!«
Í einum glotta
sær mánin teir spotta;
fjøllini nøtra, men Faðirin tigur.
Mánin, so fagurt tú lýsti í tjúgundu øld
og sást, hvussu jørðin var friðleys og køld.
Tá knappliga tykjast øll eygu at bína
at jarðbúgvum tveimum, sum inn á teg trína.
»Vit bera tær frið, kæri máni, o hoyr,
vit koma frá foldum, har hatrið ei doyr;
hygg henda háborna friðarins kvøða
frá teimum, sum ræna og drepa og bløða.«
Fagrasti máni, tú mást ikki grína
at okkum tápum, halt áfram at skína.
Friðin hin forna vit rændu, men tó
send okkum kortini fjøru og flóð.
Ja, gloym okkum dagin ? vit komu við dravi,
tá friðin vit brutu á Kvirrunarhavi.
Tú máni skal skína til ásetta tíð,
tá havnaði Friðfúrstin kemur í ský.
Tá missir tú skinið, tú smílir ei longur,
tú eldist sum klæðið, tú hvørvur, forgongur.
Men Frelsari, tú
sum hjá monnum tók búð,
tú verður í ævir konganna Kongur.
Brynleif Hansen, Vatnsoyrar,
á sumri 1969