- Mær dámar sera væl at lesa

- Eg gleðist um, at nógvar bøkur koma út á føroyskum, og eg minni mínar næmingar á at lesa føroyskar bøkur, sigur Katrin Dagbjartsdóttir.

 

 

Lesur tú nógv, føroyskt ella útlendskt? 

- Fyri tíðina lesi eg ikki so nógv, tí stundir eru ikki til tað. Men, mær dámar sera væl at lesa. Lesi bæði føroyskar og útlendskar bøkur - yrkisbøkur, ævisøgur, skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar. Serliga væl dámar mær yrkingarnar hjá J.H.O. Djurhuus. Pápi mín bað meg lesa bøkur hjá Stefan Zweig, men enn eri eg ikki farin í holt við tær bøkurnar. Johannes Møllehave dámar mær sera væl.

Hvørja bók lesur tú júst nú?

- Júst nú lesi eg tvær bøkur, Åsne Seierstad: “En av os”, sum er um Anders Behring Breivik, og so lesi eg eisini, Gracia Burnham: ”To fly again” um Gracia og Martin Burnham (Trúboðarapar), ið vórðu tikin til gíslar í Filipinunum í eitt heilt ár, og hann varð dripin.

Hvørja bók ynskir tú tær í jólagávu?

- Bókina hjá Sólrun Michelsen: “Ein táttur er silvur”, og so ynski eg mær eisini “Ditte menneskebarn” hjá Martin Andersen Nexø, ið eg las sum ung.

Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum bókum?

- Eg lesi ikki allar bøkurnar, sum koma út á føroyskum, men tað hevur alstóran týdning, at bøkur koma út á okkara móðurmáli. Sum fólkaskúlalærari plagi eg at minna næmingarnar á at lesa nógv á føroyskum, so tey ogna sær eitt gott og ríkt mál. 

Og Katrin Dagbjartsdóttir sigur víðari:

- Annars dámar mær sera væl bókina hjá Oddfríði Rasmussen, “Ikki fyrr enn tá”. Slepti ikki bókini, fyrrenn hon var liðug. Sama var við bókini, “Glasgentan”, sum Karen Dyhr og Marianne Holmen hava skrivað og sum Malan Háberg hevur umsett so sera væl. At lesa um trupul evni á egnum máli er so gevandi, og eg gleðist stórliga um, at nógvar bøkur koma út á okkara egna máli, sigur hon.