Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?
- Eg haldi, at Black Friday er fínasta slag, sjálvt um eg eri greiður yvir, at hetta er eitt innflutt fyribrigdi, og at grundarlagið fyri Black Friday í USA og í Føroyum ikki er tað sama. Men, alt í alt er hetta fínasta slag, um talan er um reel tilboð - og ikki hatta har við, at prísurin á vørunum verður settur upp nakrar vikur áðrenn og síðan niður aftur á Black Friday.
Tað sigur Janus Rein, sum vit hava sett nakrar spurningar.
Plagar tú at fara til handils henda dagin?
- Ikki beinleiðis, men síggi eg okkurt gott tilboð, eri eg skjótur at lata meg freista. Haldi, at mær dámar stak væl at keypa, tá góð tilboð eru á skrá.
Kann tað hugsast, at onkur jólagáva verður keypt?
- Ja, avgjørt!
Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?
- Eg havi einki ítøkiligt í tonkunum, men mær dámar altíð væl eitt gott tilboð, og tí endi eg altíð við at keypa okkurt. Soleiðis hevur tað sum so altíð verið hjá mær, serliga klæðir, og KT finni eg upp á at keypa impulsivt tílíkar dagar.
Janus Rein leggur aftrat, at hann ofta í spølni sigur við tey nærmastu, at hann slíkar dagar keypir fyri tað, hann sparir.