Mótmæla á Skansanum leygardagin

– Okkara rødd tagnar ikki her.

 

Tað sigur Sóley Danielsen í tíðindaskrivi vegna Facebookbólkin Steðga Havnarútbyggingini, har bjóðað verður til mótmælisfund á Skansanum leygardagin klokkan 11.

 

– Hóast tað kann tykjast sum, at stóra havnarútbyggingin í næstum fer at gerast óunniligur veruleiki, meta vit ikki, at vit kunnu steðga her og vóna tí at síggja nógv, ið vilja stuðla ella taka lut í tí framhaldandi arbeiðinum, skrivar fyrireikararnir í tíðindaskrivinum. Og tey siga víðari:

 

– Kjakið tagnar ofta, tá vit halda, at vit ikki vita nokk. Men okkara meining sum borgari skal eisini telja. Og røddirnar eru ymiskar, alt eftir um man heldur hon skal flytast úr Tórshavn ella slettis ikki hoyrir heima í Føroyum. Tí skipa vit fyrst fyri samrøðustovu, har vit fáa vent havnarútbyggingini, okkara meiningum og hvat kann gerast. Síðan verður mótmælisgonga frá Skansanum niðan á Vaglið.

 

Skráin fyri mótmælistiltakið er hendan:

 

11.00-11.20 Livandi tónleikur

11.20-11.30 Vælkomin/røða

11.30-12.15 Samrøðustova

12.15-12.30 Livandi tónleikur

12.30-13:00 Samanumtøka av samrøðustovuni

13.00-13:30 Mótmælisgonga niðan á Vaglið