Mótmælisfólk ætla at flyta uppreistur til Kina

Mótstøðurørslan í Hongkong hevur broytt strategi og ætlar at b´joða politisku leiðarunum í Kina av. Tí hevur rørslan roynt at útflutt kollvelditingina inn á meginlandið.

– Vit royna at útflyta kollveltingina hjá okkum, sigur Bonnie Leung úr Borgarliga Frælsisfrontinum.

Tað er felagsskapurin, sum hevur staðið fyri uppreistrinum í Hongkong, sum sambært fyrireikarunum nógvar milliónir fólk hava tikið undir við.

Aktivistarnir eru illir um eitt lógaruppskot um at lata borgarar í Hongkong til rættarsókn í Kina.

Lógaruppskotið er løtuni lagt til viks. Men mótmælisfólkini krevja, at tað formliga verður tikið aftur.

Kina hevur forða øllum tíðindum og upplýsingum um mótmælini í Hongkong.

 

/ritzau/Reuters