Í annaðkvøld skal KÍ royna seg í Europa Cup á heimavølli. Tíðliga í ár droymdi Tomislav Sivic um, at tað skuldi eydnast KÍ at spæla seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum. Út frá royndunum við B36 ímóti Ankaaragücu úr Turkalandi í fjør roknaði venjarin við, at tað vóru møguleikar at koma víðari í næsta umfarið ? um lutakastið lagaði seg væl fyri KÍ.
Um hepnið í lutakastinum verður gjørd upp í sannlíkinum fyri at síggja flottan fótbólt, so var lutakastið hjá KÍ heppið. Um hepnið verður mált í sannlíkinum fyri samantaldum sigri og harvið víðari luttøku í næsta innleiðandi umfarinum, so var talan um eitt sera óheppið lutakast hjá klaksvíkingum.
Reyða Stjørnan úr Beograd er sigursvandasta felagið í Jugoslavia, og tað er úr hesum felagnum, at nógv teir flestu av evnaríku og kendu jugoslavisku spælarunum, sum hava roynt seg og royna seg í stórfeløgum kring Europa, eru komnir frá. Vit kunnu t.d. nevna Proceneski, Savicevic, Stoikovic og so Dejan Stakovic, sum fyri ikki so langari tíð síðani varð seldur úr Reyða Stjørnuni og til Lazio í Italia. Prísurin var 25 milliónir US dollarar!
Tað er stór kapping um at sleppa á liðið. Spælararnir, sum hava eyðkendu jugoslavisku fótbóltsdygdirnar ? teir eru skjótir, bólttryggir, hava stórt taktiskt medvit og eru kropssterkir ? kenna tað sum ein heiður at umboða Reyðu Stjørnuna. Í Jugoslavia verður tað mett sum tað hægsta, sum ein fótbóltsspælari kann røkka í heimligum fótbólti, um hann verður innlimaður í hópin hjá Reyðu Stjørnuni.
Tað er ikki altíð í fyrstu atløgu hjá spælarunum ein spurningur um prís og løn. Heldur hevur tað týdning, at sannlíkið fyri at fáa ein góðan sáttmála í vestureuropeiskum feløgum økist, tá tú umboðar Reyðu Stjørnuna. Í sær sjálvum verður tað mett sum fráboðan um, at talan er um ein góðan spælara.
Eingir landsliðsmenn
Jugoslaviska ferðalagið lendir í Vágum á middegi í dag. Teir koma við leiguflogfarið beinleiðis úr Beograd, og teir fara avstað aftur beinanvegin, tá dysturin er liðugur í annaðkvøld. 33 fólk eru í ferðalagnum, og av teimum eru átjan fótbóltsspælarar.
Tá tað var greitt, at KÍ skuldi spæla ímóti Reyðu Stjørnuni úr Beograd, varð staðfest, at tríggir av spælarunum, sum vóru við jugoslaviska landsliðnum í EM endaspælinum í Hollandi og Belgia, umboðaðu Reyðu Stjørnuna.
Síðani tá er ein av landsliðsspælarunum seldur. Hinir báðir landsliðsmenninir eru ikki við í ferðalagnum, sum kemur í Vágar, og sum skal halda til á sjómansheiminum í Runavík og í hølunum, sum Tryggingarfelagið Føroyar eigur í Runavík.
Landsliðsmenninir eru eftir EM endaspælið troyttir av fótbólti, og teir hava fingið loyvi at halda summarfrí í nakrar vikur, meðan hinir fyrireika seg til nýggja kappingarárið og avgreiða fyrsta innleiðandi umfarið í Europa Cup kappingini.
Hvørki í felagnum ella í jugoslavisku pressuni verður roknað við, at tað verður nakar sum helst trupulleiki hjá Reyðu Stjørnuni at vinna samanlagt á KÍ. Spurningurin er heldur, hvussu stórur sigrarnir fara at vera, og tað er ikki óhugsandi, at landsliðsmenninir báðir eisini fara at halda frí, tá KÍ í komandi viku fer at vitja í Beograd.
Kendur venjari
Venjarin hjá Reyðu Stjørnuni er sera nógv virdur bæði í felagnum, sum hann nú hevur ábyrgdina av, og í fronskum fótbólti, har hann hevur arbeitt í fleiri ár, og har hann hevur rokkið merkisverdum úrslitum.
Venjarin eitur Slavoljub Muslim, sum áður hevur spælt fleiri enn 400 dystir fyri Reyðu Stjørnuna. Hann var venjari, tá franska Bordux vann meistaraskapin, og hann stóð á odda, tá Lens luttók í Europa Cup.
Í Jugoslavia hevur Muslim tað skoðsmálið, at hann er ein væl útbúgvin gentlemaður, sum hevur verið við til at givið jugoslaviskum fótbólti nýggjan íblástur.
jh