Føroysku rógvararnir, ið leygardagin luttóku í EM í inniróðri í París, komu heimaftur við nógvum medaljum. Teir 10 føroysku rógvararnir komu heimaftur við nýggju heiðursmerkjum.
Tríggir føroyingar framdu enntá tað bragd, at gerast evropameistarar. Toni R. Dam vann í tungvekt í aldursbólkinum við tíðini 6,25.20 á 2000 metrum. Í opnu tungvektsbólkinum gjørdust Sverri Nielsen og Elsa Magnussen evropeiskir meistarar við tíðunum 05,47.09 og 07,17.80.
Í dag, týsdagin, kl. 16, verður móttøka fyri okkara rógvarum, ið framdu bragdið í París. Tað verður í býráðshúsinum í Havn.