MRCC-støðin fekk um middagsleitið í dag boð um, at ein glastrevjabátur hevði maskintrupulleikar og var steðgaður upp á Norðhavinum norðanfyri Kallin.
Í slíkum støðum eru vanliga fleiri bjargingarbátar, ið MRCC-støðin kann heita á at hjálpa, men nú bátastevna er í Vestmanna var tað ein trupulleiki, at flestu bjargingarbátarnir eru farnir á stevnu.
- Allir bjargingarbátarnir eru í Vestmanna í dag, men vit fingu sent Rescue Vón, ið er bjargingarbáturin hjá Eiðis Bjargingarfelag, avstað. Teir ætlaðu sær eisini á bátastevnu og vóru á veg avstað, tá vit heittu teir at hjálpa. Og tá ið slík boð koma, so má bátastevna vera bátastevna, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.
Veðrið var av tí allarbesta í dag og longu hálva tíma eftir, at manningin hjá Rescue Vón fekk boðini, vóru teir frammi hjá bátinum. Báturin bleiv sleipaður til Klaksvíkar og longu um fimm tíðina var Rescue Vón aftur á Eiði.