Hóskvøldið rendi ein bilførari á tveir parkeraðar bilar í J. C. Svabosgøtu.
Bilførarin steðgaði og fór úr bilinum at tosa við fólk á staðnum, men rýmdi áðrenn løgreglan kom.
Bilførarin varð kortini funnin stutt eftir. Hann var farin ein biltúr til Syðradals, verður sagt á Politistøðini.
Tað vísti seg, at bilførarin ikki var ávirkaður av rúsdrekka.
Á politistøðini verður annars sagt um tilburðin, at tað er ólógligt at rýma frá óhappi, uttan so at viðkomandi hevur givið seg til kennar. Hóast fólk á staðnum tosaðu við bilføraran, áðrenn hann rýmdi, er ikki greitt í løtuni, hvørjar avleiðingar lógarbrotið fær fyri bilføraran.