Macron smurdi øll mótstøðufólk av

Granskari: Macron hevur kveistrað øll mótstøðufólk av vegnum.

 

Stórsligi úrslit á fyrr valumfari á franska tjóðartingsvalnum gevur nýggja forsetanum fríar hendur. Hann kann nú føra sín egna politikk.

 

Tað heldur Jørn Boisen, sum er leiðari á Engelsk, Germansk og Romansk á Københavns Universitet.

 

Hann sigur hann, nú alt bendir á, at flokkurin hjá Macron verður størsti flokkur í tjóðartinginum.

 

– Hann hevur fingið grønt ljós frá fólkinum til at gjøgnumføra sítt projekt, sigur Jørn Boisen.

 

– Tað vísir eisini, at ætlanin, sum hann legði fyri einum ári síðani var røtt. Hann sá møguleikan fyri at skapa nakað nýtt í einum politiskum landslagi, sum var í spønum, og tað hevur hann nú gjøgnumført.

 

Flokkurin hjá Marcon, La République En Marche (LREM), er bara 14 mánaðir gamal. Kortini stendur hann í kanningum á valstøðunum tl at fáa millm 415 og 445 sessir í tjóðartinginum. Tað gevur flokkinum avgjørdan meiriluta.

 

/ritzau/