Maður gekk seg í óføri í Sørvági

- Bjargingarlið fór avstað við báti, og tyrlan var á flogi, sum kundi lýsa upp í myrkrinum, sigur løgreglan, sum fegnast um, at alt spældi væl av.

Í gjárkvøldið ringdi ein kona í Vágum til løgregluna at boða frá, at maður hennara, sum var farin ein gongutúr út eftir Sørvágsfirði, har hann sá yvir á Tindhólm, var komin í óføri.

 

- Maðurin hevði gingið seg púra fastan. Her var sera hált, og hann slapp hvørki ein ella annan veg. Hann hevði ringt til konu sína, sum síðan ringdi til okkara at biðja um hjálp.

 

Tað segði vakteiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

 

Løgreglan setti seg í samband við átaksleiðaran í økinum.

 

Bjargingarlið fór avstað við báti, og tyrlan var á flogi og kundi lýsa upp í myrkrinum. Tað gekk bert ein løta, til maðurin í øllum góðum var komin í bátin.

 

- Maðurin var væl fyri, og hann var væl útgjørdur. Hann var í heitum klæðum og góðum stivlum, men har, hann var staddur, tá hann bað um hjálp, var vorðið sera hált, sigur vaktleiðarin.