Magni Arge og Edmund Joensen á Fólkating

Javnaðarflokkurin missir sætið, og Høgni Hoydal hevði tapt fyri Magna Arge, vísir veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi

Javnaðarflokkurin missir sætið, og Høgni Hoydal hevði tapt fyri Magna Arge, vísir veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi.

 

Kanningin vísir, at størstu framgongdina hevði Sambandsflokkurin fingið. Hann hevði farið 4,2 prosentstig fram. Tjóðveldi hevði verið næststørsti flokkurin 23,1 prosenti. Javnaðarflokkurin hevði fingið 21,4 prosent og mist sítt umboð. Fólkaflokkurin hevði fingið 18,5 prosent.

 

Størstu framgongdina hevði Sambandsflokkurin, sum gongur 4,2 prosentstig fram. Javnaðarflokkurin størstu afturgongdina og missir 2,9 prosentstig. Tjóðveldi hevði gingið 1,4 prosentstig aftur, og Fólkaflokkurin gongur 0,3 prosentstig fram.

 

Størstur av teimum smáu flokkunum hevði verið Framsókn við 4,5 prosentum. Miðflokkurin fær 3,1 og Sjálvstýri 1,5 prosent.


Gallup hevur eisini spurt, hvønn persón fólk vildu havt á Fólkating. Har er Sjúrður Skaale greiður vinnari. 17 prosent høvdu valt hann. Næstur er Magni Arge, sum fær undirtøku frá 10 prosentum.

 

So nógva undirtøku fáa hesi sambært veljarakanningini hjá Gallup:

 

1.     Sjúrður Skaale 17%
2.     Magni Arge11%
3.     Høgni Hoydal9%
4.     Edmund Joensen9%
5.     Kaj Leo Holm Johannesen8%
6.     Jørgen Niclasen5%
7.     Annika Olsen4%
8.     Aksel V. Johannesen3%
9.     Poul Michelsen3%
10.  Jenis av Rana2%
11.  Jógvan Skorheim2%

 

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, er ikki millum tey, sum tey spurdur høvdu valt á Fólkating.