Magnus á Stongum Ársins herðaklapp 2023

- Her hevur hann verið virkin í nógv ár sum venjari, nevndarlimur, sjálvboðin lækni og mangt annað.

Jógvan Kruse, borgarstjóri, Magnus á Stongum og Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri.

Í gjárkvøldið var setanin av ársins mentanardøgum í Sunda kommunu.

 

Sum vanligt er, varð eisini ársins herðaklapp handað persóni ella felagsskapi, sum hevur gjørt sjálvboðið arbeiði til gagns fyri fólkið í økinum.

 

Í ár fekk Magnus á Stongum væl uppiborna heiðurin fyri sítt áhaldandi og savnandi arbeiði at knýta EB og Streym saman í 90’unum.

 

- Í dag hava vit stóra felagsliðið, EB/Streym, sum er til gagns fyri okkara ungu. 

 

Her hevur Magnus á Stongum verið virkin í nógv ár sum venjari, nevndarlimur, sjálvboðin lækni og mangt annað.

 

- Út yvir tað hevur hann verið virkin í Norðljómi og Eiðis Ljómfelag í nógv, nógv ár.

 

Lagt verður aftrat, at hóast hann í dag er 73 ára gamal, so spældu Magnus á Stongum, Jóan Jakku og Holgar góðar tónar í kvøld.

 

- Hjartaliga tillukku við herðaklappinum, Magnus!

 

Soleiðis skrivaði Eyðstein Zachariasen, kommunustýrislimur og varaborgarstjóri á sínum Facebook-vanga í gjárkvøldið.

 

Jógvan Kruse, borgarstjóri, Magnus á Stongum og Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri.