Til ferniseringina fer Eivør at syngja og Beinir Bergsson fer at lesa yrkingar.
Framsýningin hevur fingið heitið “Jarðar” og virkar í tí óbevísta – ímillum veruleika og fantasi. Ein sporing, har lutir vera upplivdir simultant. Ein kann lesa verkini sum eitt landslag, har upplivingar og minnir renna saman.
Arbeitt verur við at skapa tað umvenda av skilnaði í verkunum. Ein roynd at skapa ein samanhang ið bert kann útlivast í kraft av sjálvum arbeiðinum.
Maibritt Marjunardóttir (f. 1988) er listafólk og sniðgevi, útbúgvin Bachelor of Arts innan tekstildesign á Designskolen Kolding og cand.design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn.
Tekstilir flyta seg gjøgnum hendur, gjøgnum ymisk lív og støð, og onkuntíð gjøgnum ættarlið. Tey fløkjast inn í okkara tilveru og bera okkara lagnur við sær. Tey bera alt tað, sum er ósjónligt, spor av hondunum, ið hava virkað tey, luktin frá staðnum, har tey hava verið, og søgurnar, ið eru sagdar, har tey hava ligið.
Tá ein lutur gerst berari av tíð, og við hesum av fysiskum, materialiseraðum ella ítøkiligum frásagnum, verður hann løddur við kensluligum og taktilum virði, sum ger hann til meira enn bara ein lut. Á ein hátt verður luturin umskapaður til eitt hylki, ið kann flyta teg aftur til goymdar, og møguliga gloymdar, kenslur og likamlig minni.
Maibritt arbeiðir við søgusigan gjøgnum materialitet. Við siðbundnari hondbinding og øðrum iterativum arbeiðsháttum gevur hon søgunum skap við einum monokromum, døkkum og ofta daprum bragdi.
Fríða Berg (f. 1984)er útbúgvin møbelsnikkari og arkitekt á Det kongelige Akademi í Keypmannahavn.
Hon sigur, at verkini byggja á hennara áhuga fyri materialiteti og samanspæl millum náttúru og tað menniskjasligt skapta. Tað er ein kanning av, hvussu tað abstrakta og tað handaliga kunnu liva samstundis.
Litur og flatur, pappír og træ, yvirflata og dýpd – Tað kann skiljast sum ein avlesing – har jarðbundin landsløg og onkuntíð tað menniskjaskapta og mekaniska renna saman.
Ein sporing, har lutir vera upplivdir simultant, og har upplivingin dannar eitt felags grundarlag millum tað kensluliga og tað evnisliga.
Tankar um tilfar, taktilitet og samanseting ganga aftur í mínum arbeiði sum arkitektur, har hendingar og evnisligar upplivingar ofta gerast grundarlag fyri djúpari eygleiðing.










