Makrelurin til viðgerðar mikudagin

Tað eydnaðist samgonguni at finna 17 undirskriftir til uppskotið um makrelfiskiskapin fyri 2011. Uppskotið leggur upp til, at avgjald verður lagt á 63.200 tons av makrelkvotuni.

Tey, ið fáa rætt at fiska hesi tonsini, skulu rinda 25 oyru fyri kilo í avgjaldi.

Harumframt verða 20.000 tons av makreli seld á uppboðssølu.

Eisini verður heimilað landsstýrismanninum at lata eini 5.000 tons av makreli til skip, sum gera vísindaligar kanningar og granskingarroyndir fyri Havstovuna.

Hini 35.000 tonsini, sum eru eftir, verða latin nótaskipunum eftir kunngerð, so sum lagt verður upp til í makrelavtaluni millum samgonguna, Tjóðveldi og Framsókn.

Uppskotið, sum varð lagt fram í dag, hevur fyrstu viðgerð mikudagin.