Ómaksgjøldini hjá bankunum eru púra ør

ÓMAKSGJØLD Løgmaður vónar, at fakfeløgini fara í hernað ímóti ómaksgjøldunum hjá bankunum

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, heitir nú beinleiðis á fakfeløgini um at fara í hernað ímóti ómaksgjøldunum, sum bankarnir taka fyri at kalla, sum teir gera fyri viðskiftafólkini.
Tað gjørdi hann í Løgtinginum mikudagin, tá ið drúgvt, og tiltíðir eisini hvast, orðaskifti var um ætlanirnar hjá samgonguni um at seta eina flatskattaskipan í verk og at skatta alt inngjald í eftirlønargrunnar.
Í hesum sambandi varð eisini nomið við ómaksgjøld.
Løgmaður vísti á, at Tryggingarfeløgini taka 11% í umsitingargjaldi at fyri at umsita pensjónsinngjøldini.
Men tað tykist ikki sum um at nakar hevur trupulleikar av tí.
Ført hevur verið fram, at verða eftirlønir skattaðar við inngjald, noyðast pensjónsfeløgini at seta ómaksgjøldini upp fyri at fáa tað sama.
Løgmaður spurdi, hví tað skal verða ein trupulleiki hjá politisku skipanini.
Hann spurdi um tað ikki heldur var ein politisk uppgáva at tryggja at umstøðurnar verða lagaðar so, at tað elvir til kapping, so at umsitingargjøldini fara niður.
Kaj Leo Holm Johannesen umrøddi eisini til ómaksgjøldini hjá bankunum og hann legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann skeyt eitt sindur eftir fakfeløgunum.
- Eg vóni, at fakfeløgini fara í hernað at mótmæla ”hesum vanvittigu gjøldunum”, sum hann málbar seg.
Hann staðfesti, at ómaksgjøldini hjá bankunum er ein eyka byrða hjá fólki at bera. Løgmaður helt eisini, at onkur átti eisini at farið á ”barrikadurnar”, táið inntøkugrundarlagið hjá landskassanum varð skert 336 milliónir og her sipaði hann til avgerðina um at lækka donsku ríkisveitingina.

Flatskatturin er ikki flatur
Annars staðfesti løgmaður, at flatskatturin ikki flatur, tí tey, sum hava stórar inntøkur, rinda hægri skatt í prosentum enn tey, sum forvinna minni.
Annars staðfesti hann eisini, at nýggja skattaskipanin hjá samgonguni, kostar landskassanum 266 mió krónur.
Men tað skal vinnast inn aftur við at skatta pensjónir við inngjald í eftirlønarfeløg.
Løgmaður legði dent á, at skipanin við flatskatti og skipanin at skatta pensjónir við inngjald, skulu fylgjast.
Men so metir samgongan eisini, at verður skatturin lækkaður, fer tað at føra til økta nýtslu og økt virksemi annars, og tað fer at geva landskassanum eina inntøku upp á 40 milliónir, so skattalættin er fíggjaður til fulnar.
- Vit meta, at skattalættin fer at skapa størri virksemi og harvið størri búskaparvøkstur og fer hann eisini at skapa størri grundarlag fyri øktari vælferð.
- Vit avtaka onki vælferðarsamfelag, tí tað er í tryggastu hondum, staðfestir løgmaður.
Hann legði afturat, at samgongan ætlaði als ikki at økja um stættarmunin í samfelagnum.
Bæði hann, og aðrir tinglimir úr samgonguni, vístu eisini á, at landsskatturin er eitt av teimum heilt fáu gjøldunum, sum ikki er flatt.
- Allar kommunur í Føroyum hava flatskatt. Harafturat eru bæði samhaldsfasti, barsilsgjaldið og ALS fløt gjøld.
Samgongutinglimir vístu eisini á, at tað snýr seg eisini um at gera eina skattaskipan í Føroyum, sum ger, at væl løntir føroyingar ikki rýma.
- Tað er ikki dagur, at væl løntir føroyingar ikki rýma úr Føroyum undan skatti til Noregs, segði Bill Justinussen.
Spurningurin er so, nær skipanin við flatskatti og skipanin at skatta pensjónir við inngjald, kemur í gildi.
Rodmundur Nielsen, tingmaður helt fast um, at skipanirnar koma báðar í gildi á nýggjárinum.
Løgmaður var ikki so avgjørdur. Hann segði at ongin avgerð verður tikin, sum ikki byggir á heilt neyvar útrokningar og tey fara at taka sær ta tíð, ið krevst.

Fóðra hundin við halanum
Ikki óvæntað er samgongan púra ósamd í hesum.
Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, staðfestir, at skal skattalættin til tey ríku fíggjast við at skatta pensjónir við inngjald, verður tað sostatt løntakarin, sum skal rinda alt gildi.
- Hetta er sum at fóðra hundin við sínum egna hala. Ella rættari: Hetta er sum at fóðra nakrar fáar hundar við halunum hjá øllum, legði hann afturat.
Sirið Stenberg úr Tjóðveldi legði dent á, at ein flatskattaskipan fer ikki bara at elva til sosialt órættvísi ímillum fólk.
- Tað fer eisini at skapa sosialt órættvísi ímillum ymisk øki í landinum.
Hon sipar til, at tær hægstu inntøkurnar eru í miðstaðarøkinum og tað verður sostatt har, nógv tann størsti skattalættin fellur. Hinvegin er inntøkan lægst kring landið, so ein stórur partur av teimum, sum búgva úti um landið, fáa onki burtur úr skattalættanum.
Hon vísti eisini á, at hóast eftirlønirnar verða skattaðir við inngjald, verður inntøkan hjá landskassanum ikki so stór, sum samgongan førir fram.
- Verður skattur tikin av eftirlønin við inngjald, fara kommunurnar sjálvandi at krevja sín part av skattinum, sigur Sirið Stenberg.
Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum helt, at tað er margháttligt at hoyra samgonguna siga, at tey, sum hava lágar inntøkur, rinda so lítið í skatti, at har ber ikki til at geva skattalætta.
Aksel V. Johannesen, sum eisini er úr Javnaðarflokkinum góðtekur ikki páhaldið hjá løgmanni um, at ætlanin er ikki at økja um stættarmunin.
Hann heldur, at tað má kallast at gera gjónna ímillum rík og fátøk breiðari, tá ið ein innøka upp á 150.000 krónur um árið fær ein skattalætta upp á 42 krónur um mánaðin og ein inntøka upp á 1,2 millión um árið, fær ein skattalætta upp á 6.856 krónur um mánaðin.
Fakfeløg reisa seg ímóti bankunum

- Hetta er ein spurningur, vit hava viðgjørt fleiri ferðir og hetta er ein spurningur, vit fara at viðgera enn meiri við í komandi tíðum.
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, heldur, at nú er Bank Nordik farin út um mark við teimum ómaksgjøldum, bankin kunngjørdi fyrr í vikuni og har nógv gjøld eru hækkað munandi.
Í greinini omanfyri heitir sjálvur Løgmaður á fakfekløgini um at fara í hernað ímóti bankunum og tað er akkurát, hvat fakfeløgini ætla sær.
- Upp undir løgtingsvalið skrivaðu vit til allar politisku flokkarnar um ymisk viðurskifti og tá heitt vit eisini á politikararnar um at seta bankunum treytir fyri at bankarnir ikki heilt ótarnaðir kunnu áseta ómaksgjøld, sum teimum lystir.
- Vit halda, at politiska valdið eigur at styrkja Kappingareftirlitið og príseftirlitið, so at tað ber til at hava eftirlit við bankunum, sigur Sonja Jógvansdóttir.
- Men vit halda eisini, at politikararnir eiga at seta bankunum beinleiðis treytir fyri, hvussu teir kunnu fara við viðskiftafólkunum.
- Samskiparin í Samtaki vísir á, at politikarar hava lóggivið hvønn einasta føroying inn í bankan í sambandi við lønargjaldingar.
- Tí er tað heldur onki forgjørt, at politiska valdið áleggur bankunum treytir fyri, hvussu teir kunnu fara við fólki, sum eru beinleiðis lóggivin inn í teir.
Hon heldur, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, kann ikki takast í álvara, tá ið hann í løgtinginum í gjár gav fólki tey ráð, at eru tey ónøgd við ein banka, kunnu tey bara skifta.
- Allir bankarnir eru akkurát líka, tí tað er ongin kapping, sigur Sonja Jógvansdóttir.