Maldivurnar banna nýggjum ættarliði av vaksnum at roykja

Maldivurnar hava sett í gildi tubbaksbann fyri allar borgarar og vitjandi, sum eru fødd 1. januar 2007 ella seinni.

Tað upplýsir heilsumálaráðið hjá oyggjabólkinum, sambært bretska blaðnum The Guardian.

Lógin bannar einum heilum ættarliði at keypa, selja og nýta tubbak. Endamálið er at "verja fólkaheilsuna og stuðla einum tubbaksfríum ættarliði", sigur ráðið.

Sambært miðlinum eru Maldivurnar einasta landið, sum hevur ættarliðsbann móti tubbaki.

Forboðið er galdandi fyri øll sløg av tubbaki. Um tú framvegis nýtir nakað slag av e-sigarett, fært tú umleið 2000 krónur í bót.

Maldivurnar eru ein oyggjabólkur í Indiska Havinum, sum liggur í landsynning úr Sri Lanka og India.