Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um handilsstuldur í einum matvøruhandli í Eysturoy. Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at sum flestu handlar, so var hesin handil útgjørdur við vakmyndatólum, og soleiðis fann løgreglan fram til syndaran.
Í gjár var løgreglan eisini á Sandoy og gjørdi ferðkanningar. Har vóru tveir bilførarar skuldsettir fyri at koyra ov skjótt. Í báðum førum koyrdu teir 77 km um tíman í bygdum øki, har mest loyvda ferð er 50 km um tíman. Umframt bót fingu teir báðir eisini klipp í koyrikortið.
Eisini fingu tveir persóna bót fyri ikki at hava brúkt hjálm, tá teir koyrdu á atv'arum.











