Malena nýggjur formaður hjá Javna

Á ársaðalfundinum hjá Javna leygardagin varð Malena Arnholdsdóttir á Skála vald til formann. Diana í Puntabyrgi hevði longu frammanundan boðað frá, at hon ikki tók við afturvali

Nýggi formaðurin hjá Javna legðist ikki á boðini, tá Sosialurin hevði hana í telefonini beint eftir fundin leygardagin. Hon nýtti beinanvegin høvi at seta ynski fram til frama fyri tey menningartarnaðu.
          - Skrivið nakrar lættlesiligar síður í Sosialinum, so tey menningartarnaðu eisini kunnu lesa tað og fáa gleði av blaðnum. Tað gera t.d. íslendingar við at nýta stuttar setningar, stórar stavir og myndir, segði Malena Arnholdsdóttir.
 
Diana fór - Malena kom
 
Felagið Javni hevði ársaðalfund á Hafnia leygardagin. Formansval var á skránni. Diana í Puntabyrgi tók ikki vid afturvali. Hon hevur verið virkin í Javna í 30 ár, harav formaður í tilsamans 11 ár - seinast frá 2000-03.
Malena Arnholdsdóttir á Skála var einasta evni til formansvalið hjá Javna.
          Malena er fødd tann 21. apríl 1952 í Fuglafirði, triðja barnið av seks hjá Steinvør og Arnhold Olsen. Hon eigur 4 børn, Margit, Arnvør, Jákup Petur og Ólav. Ólavur er 18 ár og er menningartarnaður.
Eftir loknan fólkaskúla í 1970, fór Malena á bíbliuskúla í Onglandi og Týsklandi. Í 1976 tók hon útbúgving sum sjúkrasystir á Føroya Sjúkrasystraskúla og arbeiddi á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Árini 1978-80 starvaðist hon sum heimasjúkrasystir í Fuglafirði.
Frá 1987-92 var hon leiðari fyri dagrøktini á Skála.
Seinastu trý árini hevur hon verið næstformaður hjá Javna.
Í løtuni starvast hon á Eyturoyar Røktar- og Ellisheimi, haðani hon nú fer at søkja um farloyvi. Til hon er leys úr starvinum har, fer Diana at røkja formansuppgávurnar hjá Javna.
 
Tungt at lyfta arvin
 
Áðrenn fundin heitti felagið Javni á Malenu um at taka formansstarvið á seg, nú Diana fór frá.
          Men ikki fyrrenn á fundinum varð greitt, at hon fór at taka hetta ábyrgdarfulla starv á seg.
          Sum nývald takkaði Malena fyri álitið. Hon segði, at hon vónar og biður eftir, at hon við Guds hjálp kann vera við til at bøta um korini hjá teimum við menningartarni, soleiðis at tey eisini kunnu fáa góðar umstøður at liva og virka í  her í Føroyum.
          Malena takkaði eisini Dianu fyri hennara tíð í Javna og segði, at tað verður tungt at lyfta arvin eftir hana, sum hevur verið ein framúr talskvinna fyri tey menningartarnaðu og avvarðandi teirra.
- Eg fari at halda á á somu kós og leggja dent á at hava eitt
gott samtarv við allar partar, segði hon.
Víðari segði nýggi formaðurin, at eitt av grundsjónarmiðunum hjá Javna er, at fólk við menningartarni hava sama virði, somu grundleggjandi tørvir og rættindi sum onnur.
- Tí mugu vit arbeiða ímóti, at tey fáa síni rættindi, sigur hon.
Frá Javna, handaði Kristianna Kjærbo Dianu eina gávu, sum tøkk fyri trúgva og góða tænastu.
 
Nýggja nevndin
 
Umframt Malenu eru í nevndini, Óli Wolles, Søldarfirði, Eirikur Dam, Streymnes, Torfinn Hentze og Turid B. Jacobsen, Havn, Sigrun Wardum og Jarvin F. Hansen, Hoyvík. Nevndin skipar seg sjálv við næstformanni, skrivara og kassameistara.
Landsstevnan hjá Javna verður 25. og 26. apríl. Ársveitslan verður hildin á Hotel Føroyum leygarkvøldið tann 26. apríl.