Málið hevði gjørt undurverk

Føroysku spælararnir kendu tað, sum um talan hevði verið um ov nógva tómgongd. Teir vóru ikki nøgdir við avrikið í síðsta heimadystinum í hesi HM undankappingini.

Áskoðanin hjá Jens Martini Knudsen var tað breið semja um ímillum føroysku spælararnar:

? Tað er ein sovornan dag, at vit skulu fáa stig ímóti einum av teimum stóru, segði málverjin, sum sjáldan ella kanska ongantíð hevur havt so lítið at gera, sum hann hevði leygardagin. Tíðliga bjargaði hann í ein ímóti einum støðu, tá rangstøðufellan var kiksað, og við hvørt noyddist hann út úr málinum, tá langir bóltar vórðu stungnir framímillum, og tá høgir bóltar komu í brotsteigin, men annars var lítið at taka sær fyri, burtursæð frá at fáa bóltarnar í spæl aftur eftir afturleggingar.

? Høvdu vit fingið eitt mál í 1. hálvleiki ella tíðliga í 2. hálvleiki, so hevði hetta uttan iva útviklað seg heilt øðrvísi. Tað var spell, at vit ikki fingu málið, eftirmetti maðurin við landsdystarmetinum.

Og vit kunnu bara geva honum rætt.

Teir vóru varnir

Jan Dam, sum stóð fyri besta føroyska avrikinum, ásannaði, at mótstøðumenninir hesa ferð spældu øðrvísi, enn stórar fótbóltstjóðir vanliga hava gjørt á Svangaskarði:

? Teir vóru ofta yvirmannaðir á miðvøllinum, men teir spældu seg til fáar møguleikar. Teir hildu alla tíðina nógv fólk aftarlaga á vøllinum, og tað gjørdi, at vit ongantíð komu til møguleikarnar, sum vit í øllum hinum dystunum hava fingið í snarálopum. At Todi Jónsson er ein góður spælari vistu kekkar av, tí teir fóru ongantíð frá honum, ásannaði Jan Dam, sum iðraði seg um, at tað bara eina ferð eydnaðist at spæla ein bólt fram ímillum til Toda, sum bara hesa einu ferðina fekk høvdi at vísa sínar álopsdygdir.


Ikki nóg gott

Todi Jónsson, sum í hesi HM undankappingini hevur skorað trý mál, umboðaði fyri fyrstu ferð FCK á landsliðnum, og hann helt ikki nógv um avrikið hjá sær sjálvum:

? Hatta var eitt tað vánaligasta, sum eg nakrantíð havi spælt í einum landsdysti, var sjálvkritiska metingin hjá einasta yrkisspælaranum av egnum avriki. Todi hevði eisini eina frágreiðing uppá, hví hann helt, at tað hevði gingið so illa:

? Styrkin hjá mær er at fáa bóltar framímillum, so tað verður møguleiki at renna frá verjuspælarunum. Hesa ferð komu fáir bóltar fram, og teir, sum komu, vóru ólagaligir at fáast við, tí tað var neyðugt í trongdari støðu at temja teir, og so spurdist einki burturúr.

Todi Jónsson var samdur við Jens Martini Knudsen í, at tað hevði verið øðrvísi, um føroyingar høvdu fingið eitt mál:

? Eg fekk møguleikan beinanvegin, men verjuspælarin koyrdi eitt sindur undir meg, tá eg ætlaði at skjóta, og so var eg noyddur at draga eitt sindur longur, og so fór skotið omanfyri. Eitt mál til okkara tá hevði havt við sær, at fyritreytirnar restina av tíðini høvdu verið heilt øðrvísi.

Jan Allan Müller var maðurin, sum var næst við at skjóta mál fyri Føroyar:

? Skotinum bilti einki, og tað mundi vera mangur við mær, sum sá bóltinum í netinum. Tað var frálíka væl bjarga av verjuspælaranum, men tað var ógvuliga harmuligt fyri okkum, staðfesti vágbingurin í Esbjerg. jh