Meðan føroyingar fegnaðust um 3-1 sigurin á Malta, gekk ein lítil bólkur av maltesiskum fjepparum avstað frá Tórsvølli. Hóast teir vóru vónbrotnir, so tóktust teir samstundis at góðtaka veruleikan, ið var tapið fyri Føroyum.
Spurdir um kensluna er svarið greitt: “Vit eru fyrst og fremst kaldir, men eisini sera vónbrotnir”.
- Vit komu til Føroya við eini góðari kenslu, men í dag bar einki til, staðfestir hin prátingarsamasti av fjepparunum.
- Kuldin, váti vøllurin og umstøðurnar yvirhøvur hóvaði ikki okkara leikarum, og tað sást á spælinum.
Men tað skal ikki vera nøkur umbering, staðfestir maltesin.
- Vit høvdu ikki væntað eitt so sterkt føroyskt lið. Føroyingarnir rætt og slætt spældi okkum út av vøllinum, viðgongur fjepparin, ið gleðir seg at sleppa á gistingarhúsið at fáa hita í kroppin aftur.