Málteigurin

Tann søta oljan

Tað gongur skjótt fyri seg í løgtinginum. Nýggjar lógir koma bóltandi við næstan somu ferð, sum nýggir stjórar og fulltrúar og yviratstøðingar verða settir.

»Kolvetni« var á hvørjari tingmanstungu herfyri. Vit fingu at vita, at nú skuldi øll oljuútgerð um føroyskan kaikant, t.e. »bryggju-hyrning«, eftirsum kantur nú skal eita hyrningur. Ein merkilig málslig einrøktan merkist í tinginum. Tá ið ein fer at siga kolvetni, so siga allir kolvetni. Men eingin spyr, hvat hetta man vera.

Tað skilst av samanhanginum, at »kolvetnislógin« handlar um olju. Men sambært fleiri orðabókum er kolvetni eitt gott føroyskt (t.e. íslendskt) orð fyri »kolhydrat«, sum stórt sæð er tað sama sum ? sukur!

Onkur er helst vilstur í tí íslendsku orðabókini. Har er »kulhydrat« umsett til »kolvetni«; men »kulbrinte« er umsett til »kolvatnsefni« (Dönsk-íslensk orðabók, 1992). Í eykabindinum hjá tí føroysku-donsku orðabókini (1974) verða bæði »kolvetni« og »kolvætuevni« umsett til »kulhydrat«. Á mjólkarpakkanum eitur kolhydrat »kolvæta«. Bara tann nýggja danska-føroyska frá fróðskaparfelagnum roynir nøkulunda at halda skil á. Hon kallar »kulbrinte« fyri »kolbrintu, kolvetni«, og »kulhydrat« verður til »kolhydrat, kolvæta«.

Tað danska orðið »kulbrinte« verður av teimum lærdu brúkt sum felagsheiti fyri kol, olju og gass í undirgrundini. H. C. Ørsted gjørdi í 1814 orðið »brint« fyri hydrogen, sum á grikskum merkir »tað, sum ger vatn«. Hví ikki bara siga olja og gass? Ella bara: olja? Allir almindiligir føroyingar tosa um oljuvinnu, oljuboring, oljupengar og oljudálking. Hví kunnu tingmenn so ikki eisini samtykkja eina oljulóg? Tað er eitt orð, sum øll forstanda. Tingið skal tala við tign, og tey kunstigu spæliorðini klæða ikki tinginum; virðingin minkar, og skattaborgarin verður sorgarbundin.

Eitt annað heimabundið oljuorð er eyðflyting fyri evakuering. Hevði tað so verið »neyðflyting«, so kundi lesarin sæð ta meining, at hetta var at flyta fólk, sum vóru í neyð. Eitt annað orðaskepilsi kundi verið »eyðtøka« fyri at taka fólk burtur, sum eru í neyð, men tað minnir for nógv um neyðtøku, so tað ber ikki til.

Evakuering bleiv brúkt undir krígnum saman við orðum sum konvoy, signal, sirena, alarmur, barakk og messa. Hetta eru alt samalt militer fakorð, sum vit tíbetur sjáldan hava brúk fyri. Og nettupp tí er tað óneyðugt at pilka við tey. Tey hava eitt neyvt og týðiligt innihald til sítt avmarkaða brúk. Og skuldi tað ólukkuliga hent, at tað eina ferð í framtíðini gjørdist neyðugt at flyta fólk burtur av einum føroyskum boripalli, tí til dømis eldur var í, so var tað ein avgerandi fyrimunur, um eisini teir útlendsku arbeiðsfelagarnir forstóðu, hvat var á vási. At biðja til dømis bretar »hurry upî, tí nú er eyðflyting, fer ikki at spara nógv sekund.

Tað er krevjandi og farligt at arbeiða á boripallinum. Gera hesir menn ein tekniskan feil, so kunnu teir verða um ein háls. Ólíka fittligari og friðaligari er arbeiðið hjá tingmonnum á røðarapallinum. Tað hendir so eingin mansskaði, um tingmenn durva eina løtu, men tað má tó undra, at teir av misgáum hava gjørt eina oljulóg um sukur, siropp og aðrar søtar vørur.

D