Tað eru spennandi dystir í fótbólti á skrá seinni í dag – bæði hjá kvinnum og monnum.
Hjá monnum fara FM kandidatarnir í Víkingi yvir á Skála, sum av álvara er komið í trol við botnstríðið, eftir at B68 leygardagin vann í Fuglafirði, og EB/Streymur vann á heimavølli ímóti NSÍ.
EB/Streymur er á sjeynda plássi við 22 stigum, Skála er á áttanda plássi við 18 stigum, B68 er á níggjunda plássi við 17 stigum, og ÍF er aftast við 7 stigum. Tað er greitt, at ÍF fer at flyta niður í næstbestu deildina.
Eftir at KÍ í gjár vann tepran 1-0 sigur á útivølli ímóti 07 Vestur eru tað trý stig frá Víkingi og aftur til KÍ. Víkingur hevur 63 stig, og KÍ hevur 60 stig.
Víkingur er stórfavorittur at vinna á Skála, og hjá Víkingi snýr tað seg um at vinna tveir av teimum fýra dystunum, sum eru eftir at spæla. Um tað eydnast verður Víkingur meistari, uttan mun til hvussu tað fer at hilnast hjá KÍ, sum nú hevur vunnið 10 landskappingardystir á rað.
Umframt at spæla á Skála er skráin hjá Víkingi ÍF (h), HB (ú) og 07 Vestur (h).
Í kvinnukappingini er fjórða umfar í FM endaspælinum í kvøld. Tá ið dystirnir í kvøld vera av, vera tvey umfør eftir at spæla.
Á odda í FM endaspælinum eru NSÍ og KÍ, sum bæði hava 40 stig. Tey hittast í Runavík í kvøld. Um tað eydnast øðrum partinum at vinna, so verður vinnarin stórfavorittur at vinna FM heitið. KÍ hevur verið meistari fimm tey seinastu árini. NSÍ hevur ongantíð vunnið FM.
Víkingur er á triðja plássi við 37 stigum, og tað er framvegis møguleiki fyri, at Víkingur fer at vinna fyrsta FM heitið. Í kvøld eigur Víkingur útivøll ímóti HB, sum hevur 27 stig og tí ikki hevur møguleika at vinna FM heitið.
Skála – Víkingur: Jákup Øssursson Mohr kl. 18.30
Kvinnur
NSÍ – KÍ: Jonn Sólheim Thomsen kl. 18.00
HB – Víkingur: Dávid Waag Sjóstein kl. 19.30