Manchester: Løgreglan drap helst tann eina

- Eisini eitt av offrunum, sum framvegis er til viðgerðar á sjúkrahúsi, hevur skotsár, men viðkomandi er sambært løgregluni ikki í lívsvanda

Annar av persónunum, sum læt lív í álopinum á eina synagogu í Manchester í vikuni, hevði skotsár og kann vera raktur av skotum hjá løgregluni.

 

Tað upplýsir løgreglan í býnum, Greater Manchester Police (GMP), í morgun.

 

- Í løtuni halda vit, at brotsmaðurin, Jihad Al Shamie, ikki hevði skotvápn, og at einastu skotini, sum vórðu latin av, skeyt løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at hesi viðurskifti verða nú kannað nærri.

 

- Skaðin kann tíverri vera hendur, sum ein tragisk avleiðing av akuttu støðuni fyri at steðga harðrenda álopinum, sigur løgreglan.

 

Lagt verður aftrat, at eisini eitt av offrunum, sum framvegis er til viðgerðar á sjúkrahúsi, hevur skotsár, men viðkomandi er sambært løgregluni ikki í lívsvanda.

 

- Helst hava báðir persónarnir verið næridis hvørjum øðrum, tá tey royndu at steðga brotsmanninum at sleppa inn í synagoguna, sigur løgreglan.

 

Lesið eisini - 

 

Charles, kongur: - Eg eri skakaðurhttps://www.in.fo/news-detail/charles-kongur-eg-eri-skakadur