Seinasti dysturin í dag var leiktur á St. Andrews í Birmingham, har Manchester United var á vitjan. Fyrri hálvleikur var rótutur og langt var millum málmøguleikarnar. Bæði liðini høvdu skot á mál, men ongantíð var vandi á ferð.
Í seinna hálvleiki vísti Dimitar Berbatov seg frá sínu góðu síðu. Hann spældi bóltin frekt við hælinum til Darron Gibson, ið spældi Berbatov leysan aftur í brotsteiginum, har hann var tryggur og legði gestirnar á odda.
Leingi sá út til, at Manchester United fór at fáa øll stigini norður við til Manchester, men Lee Bowyer var ikki í jólahýri. Eitt innlegg endaði, umvegis innskifta Nikola Zigic, fyri føturnar á Bowyer, sum javnaði til stóra gleði fyri Birmingham viðhaldsfólkini. Tað kundi verið líkt til, at bólturin fór á hondina á Zigic, men dómarin lat ikki við seg koma.
Manchester United liggur nú fremst við 38 stigum, eins nógv og grannarnir úr Manchester City, sum tó hava spælt tveir dystir fleiri. Manchester United hevur framvegis ikki tapt í Premier League hetta kappingarárið, nú teir fyri 18. ferð hava verið á vøllinum.