Manchester United sparkaði Arsenal úr FA Cup

Wayne Rooney og Fabio Da Silva skutu í kvøld Manchester United, sum byrjaði við sjey verjuleikarum á vøllinum, víðari til hálvfinalurnar í FA Cup. Fyri góðum tveimum vikum síðani hevði Arsenal møguleikan at vinna fýra steyp í ár, nú hava teir bara møguleikan at vinna eitt. Fyrst taptu teir Carling Cup finaluna, síðani taptu teir í Champions League fyri Barcelona og í kvøld taptu teir fyri einum heldur øðrvísi Manchester United liðið.

 

Sir Alex Ferguson hevði umframt teir fýra aftastu, eisini gjørt pláss fyri Rafael og Fabio Da Sliva og John O?Shea á liðnum. Arsenal var hinvegin at kenna aftur, tó uttan Cesc Fabregas og Theo Walcott. Tað skuldi tó vísa seg, at Sir Alex Ferguson var væl greiður yvir hvat hann gjørdi, tí aftaná 28 minuttir legði Fabio Da Silva Manchester United á odda, eftir at Javier Hernandez hevði roynt seg við stútara.

 

Seinni hálvleiki var bara fýra minuttir gamal, tá viðhaldsfólkini á Old Trafford aftur kundu fegnast. Hesa ferð var tað Wayne Rooney, ið varð fyrstur á, eftir roynd á málið. Hann stútaði bóltin í mál umvegis stongina.

 

Serliga í seinna hálvleiki var nógv lív í dystinum og báðir málverjarnir, Manuel Almunia og Edwin van der Sar, gjørdu góðar bjargingar. Manchester United vann seinast FA Cup í 2004

.

Í hini fjórðingsfinaluni í FA Cup í dag vann Bolton 3-2 á Birmingham.

 

FA Cup fjórðingsfinalur:

 

Birmingham ? Bolton 2-3

Manchester United ? Arsenal 2-0

Manchester City ? Reading (Í morgin)

Stoke ? west Ham (Í morgin)