Manchester United vann stórt á Wigan

Javier ?Chicharito? Hernandez, Wayne Rooney og Fabio Da Silva gjørdu av við Wigan, meðan Aston Villa, Everton og Wolves vunnu sínar heimadystir. Manchester United hevur framvegis beina kós móti meistaraheitinum. Wigan hevur ongantíð megna at fingið stig móti Manchester United síðani teir komu í Premier League í 2005, og eftir úrslitinum í dag at døma, so verður tað eisini leingi áðrenn teir nakrantíð fáa stig móti oddaliðnum í Premier League. Javier ?Chicharito? Hernandez legði Manchester United á odda við tveimum málum áðrenn Wayne Rooney og Fabio Da Silva øktu til 3-0 og 4-0.

 

Eftir dystin viðgekk Sir Alex Ferguson, at Wigan í løtu hevði takið á dystinum, men fegnaðist annars um úrslitið. Venjarin hjá Wigan, Roberto Martinez, helt eisini at úrslitið ikki vísti eina greiða mynd av dystinum.

 

Aston Villa vann 4-1 á Blackburn, har millum annað Ashley Young skoraði tvey mál. Newcastle byrjaði væl móti Bolton, men tað endaði við javnleiki og reyðum korti til Newcastle leikara. Wolverhampton vann botnuppgerðina móti Blackpool heili 4-0 og bjóða av álvara av í botnstríðnum. Everton vann 2-0 á Sunderland. Jermaine Beckford skoraði bæði málini.

 

Manchester United liggur nú fýra stig fremst. Wolverhampton hálar seg við sigrinum í dag omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Premier League úrslit í dag:

 

Aston Villa ? Blackburn 4-1

1-0 Ashley Young, 49

2-0 Grant Hanley, 62(Sjálvm.)

3-0 Stewart Downing, 64

4-0 Ashley Young, 82

 

Everton ? Sunderland 2-0

1-0 Jermaine Beckford, 8

2-0 Jermaine Beckford, 39

 

Newcastle ? Bolton 1-1

1-0 Kevin Nolan, 13

1-1 Daniel Sturridge, 38

 

Wigan ? Manchester United 0-4

0-1 Javier Hernandez, 17

0-2 Javier Hernandez, 74

0-3 Wayne Rooney, 84

0-4 Fabio Da Silva, 87

 

Wolves ? Blackpool 4-0

1-0 Matthew Jarvis, 3

2-0 Jamie O´Hara, 54

3-0 Sylvan Ebanks-Blake, 79

4-0 Sylvan Ebanks-Blake, 90