Tað er nú greitt, at nógv umrødda trappa, uppihaldstrappan í Vágsbotni, verður nakað væl dýrari enn ætlað.
Upprunaliga skuldi hon kosta góðar 5,6 milliónir við øllum, og samstundis skuldi hon vera liðug á ólavsøku, seinast.
Men arbeiðið hevur drigið út, og nú er greitt, at kostnaðarætlanin fer ikki at halda, og at tað verður neyðugt at játta 710.000 krónur afturat til endamálið fyri at fáa hana lidnað.
Her er talan til pening til sjálva trappuna, og tað arbeiðið, sum hongur upp í tí, nevniliga at gera brekkuna niðan á Bryggjubakka.
Sostatt kostar verkætlanin at tilsamans at kosta 6,3 milliónir, tá ið hon er liðug, og borgarstjórin sigur, at sum tað nú sær út, fer hetta at halda.
Hann leggur afturat, at nú verður ikki leingi, til hon verður liðug, og tá verður hon eitt prýði fyri Havnina.
Og nú hevur býráðið samtykt at játta neyðuga peningin.
Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi ásannar, at nú er ongin vegur uttanum at játta pengarnar, og tað kann býráðið akkurát tað sama ásanna.
Tróndur Sigursson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum, sigur, at ein orsøk til, at verkætlanin dýrkar, er at Fornminnissavnið krevur eitt trapputrin afturat upp ímóti Boysensgarði.
Annars rendu teir seg í leiðingar av ymsum slagi, sum, ongin vitsti um, og sum mátti leggjast um aftur. og at enda fekk tann, sum letur grótið til verkætlanina, ikki latið alt grótið til tíðina, sigur býráðið, men nú er nokk av gróti niðurfyri.