Manglandi royndir gjørdu kreppuna

Mogens Lykketoft heldur, at manglandi royndir í bæði donsku stjórnuni og í landsstýrinum, skaptu kreppuna í níti-árunum

-Vit eru ein familja, tí er tað gott, at vit hava ríkisfelagsskapin.

Mogens Lykketoft, fyrrverandi danskur ráðharri og royndur poitikar, var gestarøðari á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum. Hann undirstrikaði, at hann hevur stóra virðing fyri Føroyum og politisku skipanini her.

-Eg kann eisini gott siga, at um ein politisk avtala  verður gjørd, so fara vit ongantíð at brúka grundlógina til at forða fyri, at ein slík avtala verður gjøgnumførd, segði Mogens Lykketoft.

Í røðuni var danski ráðharrin eitt sindur inni á tíðini í níti-árunum, tá ið spenningurin var stórur millum Danmark og Føroyar og millum Javnaðarflokkin og Sosialdemokratiet.

-Vit vóru júst komin til og tað var landsstýrið í Føroyum eisini. Høvdu vit havt eitt sindur meira royndir, so haldi eg, at vit høvdu loyst tað kreppuna uppá onkran annan máta, segði danski politikarin.

Samstundis segði hann, at nú eru viðurskiftini millum flokkarnar báðar góð.

-Fyri 25 árum síðani hevði eg ikki droymt um at verði boðin til landsfund í Føroyum. At eg eri her nú, ber greið boð um, at viðurskiftini nú eru á javnbjóðis føti, sdgði hann.