- Eg meti at kristindómurin hevur tilført okkara samfelag sera nógv virði. Nøkur av teimum mest týðani eru hesi:
1. Lógarverkið
Lógarverkið hevur, so at siga alt sum tað er, virði frá kristindóminum. Tann kristna mannaáskoðanin og hugsunarhátturin er innflættað í lógirnarverkið og grundlógina.
Millum annað hetta, at ikki er loyvt at gera seg inn á onnur, at taka ella at drepa.
2. Heilsuverkið
Okkara núverandi heilsuskipan er ein beinleiðis avleiðing av kristindóminum. Tað er tann gjøgnumførdi lívshátturin í kristindóminum, millum annað hetta, at hjálpa, at taka sær av hvørjum øðrum, og at øll eru við at gjald kostnaðuin.
3. Skipað kirkju- og trúarlív við einum útrættum armi.
Vit hava eitt livandi kirkju- og trúarlív í okkara landi. Hetta eru týðandi virði í samfelagnum. Tað heldur okkum á beinari kós, og tað stendur sum neyðugir skorðar. Harafturat verður eisini farið út um okkara land við boðskapinum.
Hetta eru alt virði, sum kristindómurin hevur givið okkum, og sum eg meti eru sera týðandi.