Mannfallið er framvegis stórt

Í hvussu so er fýra og ivaleyst fleiri spælarar enn so eru ikki tøkir hjá illa sperda 07 Vestur, sum í kvøld hevur knívin á barkanum

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur hevur vitjan av KÍ.

 

Dagsskráirnar eru heilt ymiskar.

 

07 Vestur stríðist fyri at skava stig saman fyri at sleppa undan niðurflyting.

 

KÍ spælir í kvøld fyri at vinna trý stig og harvið tryggja sær FM heitið.

 

Sum alt kappingarárið so eru vágamenn aftur í kvøld darvaðir av fleiri skaðum.

 

Tað er greitt, at framrættaðu Jonathan Flensborg og Teitur Olsen saman við vongverjanum Brage Kvithyld eru skaddir. Miðvallarin Magnus Holm Jacobsen er leikbannaður, og so er tað ivasamt, um Tobias Giusti, Julian Mouritsen, Nicolai Dohn og Sonni Ragnar Nattestad eru førir fyri at spæla. Jón í Horni Nielsen er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Hjá KÍ er miðverjin Gaston Tellechea leikbannaður, og Deni Pavlovic og Jonn Johannesen eru skaddir. Páll A. Klettskarð er tøkur aftur eftir sjúku, og tað er ivasamt hvønn leiklut, René Shaki Joensen er førur fyri at hava. Dávid B. Andreasen er givin á besta liðnum.

 

07 Vestur – KÍ: Dagfinn Forná kl. 19.00.