Manningin á Arizonu bjargað sum við einum undri

Í bølamyrkri, heglingi og illveðri tók føroyska sluppin Arizona botn og endaði á einum skeri. Manningin slapp í bátarnar í evstu løtu.

Vanlukkan hendi við íslendsku strondina 9. apríl í 1932. Umborð vóru 20 mans, teirra millum tveir ungir dreingir, sum vóru fyrsta túrin til skips.

 

Menninir fóru í ein bjargingarbát og eina lítla jollu. Teir vóru illa klæddir, gjøgnumbloyttir og stríddust í fleiri tímar móti vindi, kulda og høgari aldu.

 

Tá teir vóru um at missa allar kreftir, batnaði veðrið, og teir sóu lendingina í Herdisarvík. Tað eydnaðist øllum at koma livandi í land.

 

Fyrsti partur av dramatisku frásøgnini stendur í Siðsøguni hjá Óla Jacobsen í Sosialinum hesaferð.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

##med2##