Manslandsliðið til Baltic Cup 2024

Manslandsliðið: Føroyska landsliðið skal spæla tveir dystir í juni í eini Baltic Cup kapping

Leygardagin 8. juni spæla Estland og Føroyar, og tríggjar dagar seinni verður annaðhvørt Lettland ella Litava føroyska mótstøðuliðið - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF hevur fingið avtalu í leg við tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, at føroyska A-landsliðið við monnum tekur lut í Baltic Cup 2024, sum verður í juni mánað, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Talan verður um eina 4-landakapping millum Føroyar, Estland, Lettland og Litava. Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani verða finalan og dysturin um 3. plássið á skránni.

 

Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 8. juni. Estland tekur ímóti Føroyum í Estlandi, og í Lettlandi spæla Lettland og Litava.

 

Finalan og dysturin um 3. plássið verða spæld týsdagin 11. juni.

 

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur sjey ferðir áður spælt móti Estlandi, fimm ferðir móti Lettlandi, og 11 ferðir hava vit møtt Litava.

 

Leygardagin 8. juni spæla Estland og Føroyar, og tríggjar dagar seinni verður annaðhvørt Lettland ella Litava føroyska mótstøðuliðið - Mynd: Hans Erik Danielsen