Tað upplýsir kongshúsið í einum boðum.
Ein CT-skanning vísti eina størri blóðsamling við mjødnina, sum úrslit av, at drotningin áður er dottin.
Hon hevur tað eftir umstøðunum tað gott, verður sagt.
Sambært kongshúsinum skal drotningin nú viðgerast og verður væntandi innløgd í fleiri dagar.
– Hennara hátign hevur tað eftir umstøðunum gott, sigur kongshúsið í tíðindaskrivi.
Mary drotning, sum rann fimm kilometrar í Helsingør í dag, segði eftir renningina, at Margretha drotning hevði fingið eina minni skurðviðgerð.
– Tað setur sjálvandi ein dempara á dagin, men tað er ein minni skurðviðgerð, og tað gekk væl, segði hon við miðlarnar, sum vóru til staðar.
Tað er minni enn ein vika síðani, at 86 ára gamla drotningin varð útskrivað eftir seks dagar á sjúkrahúsi vegna hjartakrampar.
Tá fekk hon millum annað eina ballónvíðkan av krúnupulsæðrini í hjartanum.
Innleggingin í dag hendir samstundis, sum limir í donsku kongsfamiljuni luttaka í Royal Run.
Ein ballónvíðkan fjernar eina smalking ella blóðtøpp í krúnupulsæðrini, soleiðis at blóðveitingin til hjartað verður betrað.
Margreta drotning hevur verið innløgd á Ríkissjúkrahúsið fleiri ferðir seinastu árini.
Tað seinasta var í 2025, tá hon varð innløgd til eygleiðing "fyri at vera á tí tryggu síðini" orsakað av forkølilsi.
Árið fyri var hon eisini innløgd á Ríkissjúkrahúsið eftir at hon var dottin á Fredensborg slotti.
Í 2023 varð hon undir stórari ryggskurðviðgerð, sum gav henni orsøk til at umhugsa sín leiklut sum regentur.
Hetta gjørdi hon sjónvarpshyggjarum greitt í nýggjársrøðu síni sama ár, tá hon boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær og lata elsta soninum trónuna.
14. januar 2024 - 52 ár eftir at drotningin sjálv tók trónuna - tók Fríðrikur við sum kongur.











