NSÍ vann í dag 1-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Vindurin darvaði eitt sindur við Margáir, har tað var málleyst eftir fyrra hálvleik.
Einasta málið skoraði NSÍ, tá ið seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal. Jann J. Benjaminsen legði við hornasparki innfyri úr vinstru, og við fremra stólpa stýrdi Petur Knudsen bóltin í handaru síðu av málinum.
Hetta var aðru ferð í ár, at NSÍ og EB/Streymur hittust. Fyrra ferðin var 20. apríl, tá ið NSÍ í 6. umfari og á heimavølli vann 1-0. Ta ferðina var tað í 97.+ minutti, at Michal Przybylski, sum í dag varð skiftur inn, skoraði sigursmálið.
Hóast NSÍ var meiri á bóltinum og vann tvífalt so nógv hornaspørk sum heimaliðið, so var tað alla tíðina intenst og spennandi. Áðrnn NSÍ skoraði sigursmálið hevði EB/Streymur heilt stóran møguleika at leggja seg á odda. Eftir eitt av teimum seks hornaspørkunum var Búi Egilsson púra leysur heilt stutt úr málinum, men fyri opnum máli stýrdi hann bóltin omanfyri tvørtræið.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ eisini eftir 11 umfør er topplið. NSÍ hevur 26 stig og er trý stig frammanfyri KÍ, sum í løtuni er næstfremst. B36 er á triðja plássi við 22 stigum. Klokkan 18 fer B36 at spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Bæði NSÍ og EB/Streymur fara longu leygardagin aftur í eldin. Tá fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti AB, meðan EB/Streymur á norðoyastevnu fer at spæla ímóti KÍ.











