Margreta á Geilabø 85 ár

Tann 16. august verður Margreta Hansen í Havn 85 ár. Um ein góðan mánaða, tann 20. september, verður maður hennara Arnold, vanliga kallaður Alli, eisini 85 ár. Tí verður hetta ein heilsan til tykkum bæði.

Margreta er ættað av Geilabø í Norðragøtu. Mamman var Magdalena, f. Gregersen úr Syðrugøtu, og pápin var Tummas Jakku, ættaður úr Blásastovu i Norðragøtu. Tey vóru 13 systkin á Geilabø, so sigast kann at húskið var stórt. Tummas Jakku var í síni tíð tann stóri handilsmaðurin í Norðragøtu við skipum og arbeiði. Men hann doyði uppá seg ungur helt tíðliga í 50-unum. Tá vóru tey yngru systkini ikki tilkomin. Handilin fór til elstu systrina Tóru og mann hennara Eivind hjá Havna Jákup, og var hesin handilin ein partur av samleikanum hjá fleiri ættarliðum av norðragøtufólki. Tey høvdu eisini skip, sum somuleiðis skaptu virksemi í bygdini.

Margreta fór sum nógvar gentur á bygd ung til Havnar, og hon fór at tæna hjá Christian Haraldsen, ættaður úr Elduvík. Hann var rektari á Studentaskúlanum.

Í Havn kom Margreta skjótt at kenna Alla, og tað rann saman teirra millum. Hann er sonur Malenu og Dia í Funningsstovu, sum var ein av teimum fyrstu javnaðarmonnunum. Hann stuðlaði radikala veingin hjá Mourentius við Stein, sum skjótt fór úr flokkinum aftur. Dia arbeiddi allar sínar dagar í málingahandlinum hjá Poul í Geil, sum var beiggi Petur Alberg, ið er væl kendur av okkara lesarum.

 

Giftist eisini við B 36

Aftaná at hava verið forlovað í nøkur ár giftast tey 31. januar 1950.

Margreta giftist ikki bert við Alla, hon giftist eisini við B 36! Tí her gjørdist Alli formaður um somu tíð, og tað var hann í ikki færri enn 28 ár. Hann var hesa tíðina ímyndin av B 36. Hetta var eitt starv, sum kravdi sín mann og sína kvinnu. Tað var ikki smávegis arbeiði, sum fylgdi við hesum, sum at orðna fótbóltsklæðimi, at fáa tey vaskað og nógv annað. Hesum gingu tey bæði uppí við lív og sál. Alli sparkaði sjálvsagt við B36, og tað gjørdi hann í mong ár. Men hann var eisini við á landsliðnum og spældi fleiri landsdystir.

Fyrstu árini búðu tey í Sjúrðargøtu, har foreldrini hjá Alla eisini búðu. Men í 1969 fluttu tey niðan í Gundadal. Tá fór Margreta at arbeiða á hvíldarheiminum, og her kom hon at arbeiða, til hon gavst fyri aldur. Alli kom sum ungur eins og pápin at arbeiða hjá Poul í Geil. Tá ið Jens Næs stovnaði egið virkið sum møbilpolstrari (búnyttusmiður) gavst Alli hjá Poul í Geil og fór at arbeiða hjá Jens. Tað gjørdi hann til Jens gavst við virkseminum – ella í 40 ár. Eina tíð arbeiddi Alli eisini sum umsjónarmaður fyri bátabrúgvarnar á Skálatrøð.

Tey hava, sum tað skilst, verið sera virkin. Margreta hevur eisini sungið nógv í kóri hjá Havnar Sangfelag. Hon hevur eisini verið virkin í Tilhaldinum. Kanska ikki so nógv nú sum fyrr, men her eigur hon mong sporini.

 

Ættarkær og trúføst

 

Vit bæði kennast best sum gøtufólk í Havn. Tað hevur eisini talt, at vit eru úr sama grannalagi í gomlu Norðragøtu og kenna ættarfólkini hjá hvørjum øðrum. Minnist Magdalenu, sum tann fitta og hugnaliga konan hon var. Petra í Horni, systkinabarn Margretu, tekur eisini til Magdalenu, hvussu fitt hon var, og hvussu væl hon dugdi at halda børnunum til.

Vit bæði kennast ikki úr Gøtu. Margreta fór úr Gøtu, áðrenn eg minnist. Men vit eru komin at kennast tess betri í Havn, og hesin kennskapur er so eisini komin at umfata Alla. Sigast kann, at tey eru sera dámlig hjún, sum tað altið hevur verið ein stuttleiki at hitta og skifta orð við. Fram um alt kann sigast, at tey eru so positiv, og er hetta eisini eitt eyðkenni fyri teirra lyndi.

Um tey á Geilabø kann sigast, at tey eru trúføst og ættarkær. Hetta er ikki minst komið til sjóndar við tí góða sambandi Margreta hevur við sínu systkinabørn í Havn. Petra, tekur eisini til, hvussu beinasom Margreta altíð var at hjálpa til, eisini tá ið tað var føðingardagur í húsinum, og tey í Horni høvdu stórar føðingardagar! Margreta er framvegis trúføst at vitja, og tað er Petra sera takksom fyri, nú hon sjálv ikki er so ”mobil”.

Trúfestið hava vit eisini merkt hjá okkum í Tjørnustovu. Tá ið merkisdagar hava verið, hava serliga systrarnar á Geilabø gjørt vart við seg og hava møtt upp, tá ið møguleiki hevur verið fyri tí. Hetta hevur eisini verið galdandi fyri Margretu. Hetta skal hon hava tøkk fyri.

Tey bæði fingu sonin Magnus, sum eigur fýra døtur. Nøvnini á døtrunum eru:

Margreta, Aimée, Birna og Andrea.

 

Kona Magnus er Edith Dahl. Barnabørnini hava eisini verið ein stórur partur av lívinum hjá teimum báðum, og tey eru púra býtt í teimum. Nú verða tey væntandi eisini langabbi og –omma. Tað verður neyvan mætari!

Ynskt verður tykkum hjartaliga tillukku við teimum tvær ferðir 85 árini við tøkk fyri trúskap og kennskap.

 

Óli í Tjørnustovu