Maria gekk undan tá sveisiska ørnin var skotin niður

Hoyvíkskvinnur vunnu ein flottan 10-málssigur á SPONO Eagles. Maria H. Weyhe skoraði heili 17 mál

Kvinnurnar hjá H71 hava í kvøld vunnið ein rimmar 36-26 sigur á SPONO Eagles í fyrru uppgerðini, ið tekniskt var á útivølli hóast hon var í Hoyvíkshøllini. Hetta merkir, at sveisiska liðið má í annaðkvøld klokkan 18 vinna ein 11-málssigur ella meir fyri at knógva H71 samanlagt, ella ein 10 málssigur har SPONO Eagles skora meir enn 36 mál.

 

Avrikið í fyrra hálvleiki var serliga gott. Í steðginum var H71 á odda 20-11. Tað haltaði nakað fyrstu løtuna í seinna hálvleiki og sveisiska liðið kom uppá 20-25 áðrenn H71 aftur fekk fatur á rætta endanum og økti um leiðsluna aftur.

 

Maria H. Weyhe var á altjóða høgum støði í kvøld við at skjóta heili 17 mál. Jana Mittún gjørdi tað eisini væl við níggju málum.

 

Dysturin í annaðkvøld kann hoyrast á FM1, og síggjast og hoyrast á stroymingini hjá H71.

 

SPONO Eagles-H71 26-36 (11-20) Fyrri dystur av tveimum í 1/16 finalunum í Europa Cup: 

 

Toppskjútti SPONO Eagles: Xenia Hodel 6.

 

H71: Maria H. Weyhe 17, Jana Mittún 9, Guðrið á Borg 3, Lív Zachariassen 2, Elsa Egholm 2, Rannvá Olsen 2, Brynhild Pálsdóttir 1.