Marita og liðfelagarnir eru fremst við fullum stigatali

HØJ er eisini oddalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ spældu fyrr í dag dyst á útivølli móti AGF í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist HØJ at vinna dystin 31-28. Í steðginum var HØJ á odda 18-14.

 

Marita skoraði trý mál í dagsins dysti.

 

Kvinnurnar hjá HØJ eru eins og mansliðið hjá HØJ oddalið í næstbestu deildini. Marita og liðfelagarnir hava fullan pott, 10 stig fyri fimm dystir.

 

Ígjár taptu Bjørk F. Joensen og liðfelagarnir í Randers 24-30 (12-14) fyri Rødovre á útivølli. Bjørk skoraði tvey mál.

 

Randers er næstaftast í deildini við tveimum stigum.